Seinastu mánaðarnar hevur verið skavað og pussa, gomul vindeygu eru komin fram aftur og og gomul tapet eru tikin burtur í Fútastovu í Havn. Húsið er pussað upp og sett í uppruna stand og síggja nú út sum eini gomul vøkur embætismannahús.
Høvuðsvirksemið í húsinum er at selja antikvitetir og her verður serliga hugsað um gamlar møblar.
-Tí hava vit í okkara søluframsýning gjørt Fútastovu um til eini vanlig sethús, við stovu, køki og sovikømrum. Nú upp undir jól vera fleiri jólatiltøk í húsinu. Eitt nú verður ein nissa og hennara børn. Og vit fara at gera góðgæti sum tey gjørdu í gomlum døgum til jóla. Vit fara at kóka brúnsukur, sukurglaserað súreplir og annað gott, sigur Turid Samró, ið stendur fyri handlinum í Fútstovu.
-Uttanfyri stendur eitt jólatræ og hetta er serliga ætlað til børn, ið ætla at leggja av at brúka suttu. Tey kunnu koma oman, og hanga suttuna upp á jólatræið. Stutt undan jólum kemur so jólamaðurin og tekur sutturnar. Og so er at vóna, at børnini fáa okkurt aftur fyri hetta bragd at leggja av, sigur Turid Samró.
Fútastova er søgulig hús. Tey eru bygd einaferð í 17. talinum og fútin helt til í húsinum.