Fótbóltur
Millum teir 20, sum nú eru tiknir út til fyrstu venjingarleguna á árinum, eru eisini onkrir leikarar, sum ikki hava verið á landsliðnum enn, men sum nú fáa møguleikan at vísa síni kynstur.
Gevur nógv
Ein teirra er B68 málverjin, Magnus Poulsen, sum seinastu trý árini hevur vart málið hjá B68.
Magnus er annars uppvaksin í B36, og upp gjøgnum ungdómsárini hevur hann verið á yngru landsliðnum hjá FSF. Nú hann er tikin út til A-landsliðið, sigur leikarin sjálvur, at hetta fyri hann er eitt stórt herðaklapp.
- Sjálvsagt eri eg øgiliga fegin um úttøkuna. Tað at sleppa á landsliðið er jú nakað, sum mann altíð strembar eftir, so tað sigur seg sjálvt, at hetta er nakað serliga, heldur Magnus fyri, tá vit spyrja hann, hvat úttøkan merkir fyra hansara viðkomandi.
- Harafturat fer hetta ivaleyst eisini at bera við sær, at mann framyvir fer at kýta seg enn meira undir venjingunum, tí ein slík úttøka er altíð eggjandi í sjálvum sær.
Spurdur um, hví hann heldur seg vera úttiknan júst nú, sigur hann, at má helst vera avrikini higartil.
- Persónliga gekk árið í fjør væl hjá mær, og eg taki tað eisini sum eitt stórt herðaklapp, at eg nú eri úttikin. Eg veit fullvæl, at tað neyvan verður her og nú, at eg slái Jens Martin Knudsen ella Jákup Mikkelsen av liðnum, men bara tað at venja saman við teimum, fer heilt vist at geva mær nógv, sigur Magnus Poulsen at enda.
Teir 20
Umframt Magnus, eru sum nevnt 19 aðrir leikarar tiknir út til venjingarleguna, og sær samlaði hópurin soleiðis út:
Magnus Poulsen, Øssur Hansen, Arnbjørn Danielsen, Fróði Benjaminsen, Jan C. Dam og Hans Fróði Hansen úr B68. Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen úr KÍ, Jens Kristian Hansen og Jákup á Borg úr B36, Jóhannis Joensen, Allan Mørkøre og Andrew av Fløtum úr HB, Christian H. Jacobsen úr NSÍ, Tór-Ingar Akselsen úr FS Vágum, Uni Arge úr ÍA Akranes, Jens Martin Knudsen, Sámal Joensen og John Petersen úr Leiftri og Pól Thorsteinsson úr Vali.
Skráin
Hetta er sum nevnt fyrsta venjingarlegan í ár, og longu um tvær vikur, verður næsta venjingarlegan á skránni. Tá skulu leikararnir helst vera komnir hampuliga væl ígongd, tí stutt eftir er fyrsti dysturin á árinum settur at verða. Skráin fyri landsliðið í ár sær annars soleiðis út:
13.-14. januar Venjingarlega í Føroyum
27.-28. januar Venjingarlega í Føroyum
29. jan ? 1. feb 31.01 NM-dystur: Svøríki Føroyar
23. feb ? 4 mars Venjingarlega í Spania
21. ? 29. mars 24.03 HM-dystur: Luksemburg-Føroyar
28.03 HM-dystur: Rusland-Føroyar
31. mai ? 7. juni 02.06 HM-dystur: Føroyar-Sveis
06.06 HM-dystur: Føroyar-Jugoslavia
12. ? 16. august 15.08 HM-dystur: Jugoslavia-Føroyar
30. aug ? 6. sep 01.09 HM-dystur: Føroyar-Luksemburg
05.09 HM-dystur: Føroyar-Rusland
04. ? 08. okt. 06.10 HM-dystur: Føroyar-Slovenia