Vegarbeiðið á Kaldbaksvegnum ger, at ferðslan til Havnar norðanífrá og úr Havn norðureftir má eftir Oyggjarvegnum. Norðoyatunnilin hevur tó longri opið í kvøld Landsverk asfalterar í dag strekkið frá vegamótinum í Kaldbaksbotni til rundkoyringina í Kollafirði, og tí verður ferðslan á vegastrekkinum stongd til klokkan 19 í dag.
Tað merkir, at fótbóltsfjepparar, sum koma norðaneftir ti Havnar, mugu koyra eftir Oyggjarvegnum. So helst ræður um, at hesi ikki gera sær tíðarætlanina ov knappa, tá farið verður til dystin.
Norðoyatunnilin hevur stongt um næturnar hesa vikuna, men í kvøld verður longri opið, so ferðslan frá fótbóltsdystinum sleppur ígjøgnum, áðrenn tunnilin verður stongdur.