Støðan hjá Gilla Rólantssyni í norska Brann er óviss. Sáttmálin við felagið gongur út í summar, og partarnir eru ikki blivnir samdir um ein nýggja sáttmála.
Brann hevur ein útlending ov nógv í hópinum enn hvat loyvt er at skráseta til norsku Elitserien, og tað hava verið ábendingar um, at Gilli møguliga bleiv tann, sum fór at sita við svartaperi og ikki sleppa á listan.
Hann hevur tó gjørt sítt til, at hann skal hava uppiborið eitt pláss í hópinum, og í gjár skeyt hann tað eina málið í 2-0-sigri í venjingardysti ímóti Åsane. Undanfarna dyst legði hann upp til tvey mál.
- Tað kann gott enda við, at eg ikki verði partur av liðnum longur, men fótbóltsgleðina kann eingin taka frá mær, skrivar Gilli á almennu facebook-síðu sínari í dag.