Fótbóltspanel úr Baku í Aserbadjan (FM1)

(FM1) Gestir hjá Tróndi Arge vóru Leivur Frederiksen (Kringvarpið) og Jákup Ósá (bolt.fo og Norðlýsið)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið" sum var í SportBoxini á FM1 seinnapartin.

 

Í dag var fótbóltspanelið sent úr Baku í Aserbadjan í samband við, at Føroyar spæla dyst í Nations League á olympiska vøllinum í Baku í morgin seinnapartin klokkan 17.

 

Verturin, Tróndur Arge mannaði fótbóltspanelið við Jákupi Ósá frá bolt.fo og nordlysid.fo og Leivi Frederiksen frá Kringvarpi Føroya.

 

Jákup Ósá, at Gunnar Nielsen má prógva sítt virðið, tí hann hevur havt nøkur sløk avrik. Samstundis hevur Teitur Matras Gestsson hjá HB ongantíð staðið betri. Leivur Frederiksen heldur tó, at enn er Gunnar Nielsen eitt klárt fyrstaval at verja føroyska málið.

 

Panelið umráddi eisini skilnaðin millum FC Suðuroy, TB og Royn sum gjørdist veruleiki ígjár. Jákup og Leivur eru samdir um, at TB fær tað sera torført í Betrideildini uttan spælararnar sum eru uppaldir í hinum feløgunum í Suðuroy. 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum millum Aserbadjan og Føroyar. Sendingin byrjar við upptakt klokkan 16. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.