TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið" frá FM1.
Fyrr í dag mannaði Tróndur Arge eitt fótbóltspanel við Jákupi Ósá frá Norðlýsinum og bolt.fo og Leivi Frederiksen frá sjónvarpinum hjá KVF sum vísir dystin í kvøld.
Jákup og Leivur mettu um møguleikarnar hjá føroyska liðnum ímóti Kosovo í kvøld.
Dysturin í Nations League í Pristina byrjar klokkan 19.45. Dysturin byrjar klokkan 19.45, og sendingin byrjar klokkan 18.45 tá tíðindini eru liðug á FM1.
Øll kunnu hoyra frásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensarnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Samanumtøka og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.