Fótbóltspengar verða skeivt brúktir

– Seinnu árini hava vit fingið nógv meiri pening upp í fótbóltin. Hetta gevur feløgunum størri møguleikar, og tað átti at havt positiva ávirkan á fótbóltin. Trupulleikin er tó tann, at pengarnir verða skeivt brúktir, og tað verður ikki hugsað langt fram um nøsina, sigur Jákup Mørk, ítróttarredaktør á Sosialinum. Hann sigur, at føroyskur fótbóltur er í einum aldudali, og tað sæst millum annað aftur í, at færri góðir leikarar eru í dag enn áður

Hann var við, tá Føroyar spældu javnt móti bæði Skotlandi og Slovenia. Hann var við í Moskva, tá Føroyar taptu 1-0 fyri Russlandi. Og hann var við í Hanover, tá Føroyar taptu 2-1.

Tá Jákup Mikkelsen gjørdist danskur meistari við Herfølge var Jákup Mørk á staðnum. Sama tá Todi Jónsson vann Superliguna – eisini tá var Jákup Mørk har tað hendi, í Keypmannahavn saman við Toda Jónsson og FCK og gav føroysku lesarunum feskar reportasjur úr danska høvuðsstaðnum.

Jákup Mørk hevur virkað sum ítróttarredaktør á Sosialinum síðani ársbyrjan 2000. Í átta ár hevur hann verið maðurin, sum fóðra føroyska lesaran við nýggjastu tíðindunum úr ítróttar- og fótbóltsheiminum.

Jákup Mørk hevur verið við á so at siga øllum uttanlandsferðum hjá landsliðnum síðstu átta árini.


Fleiri pengar

Soleiðis hevur Jákup Mørk fylgt gongdini í føroyskum fótbólti heilt tætt – bæði landsliðnum og einstøku feløgunum. Tískil hevur hann ikki trupult við at seta orð á støðuna í føroyskum fótbólti júst nú.

– Kreppa vil eg ikki kalla tað. Vit hava altíð upp- og niðurtúrar, so eg vil heldur kalla hetta ein aldudal, sigur Jákup Mørk.

Aldudalurin sæst millum annað aftur í, at landslið okkara ongantíð hevur ligið so aftarlaga á styrkilistanum hjá FIFA sum júst nú. Eisini eru fleiri av okkara profilum vendir heimaftur frá útlandinum.

– Í løtuni eru eisini færri góðir spælarar, enn tað áður hevur verið, sigur Jákup Mørk, sum eisini hevur meiningar um, hvar trupulleikarnir annars liggja.

– Fótbólturin verður stýrdur ov illa úti í feløgunum, og tað togar fótbóltin skeiva vegin, slær Jákup Mørk fæst, og greiðir víðari frá sínum sjónarmiði.

– Seinnu árini hava vit fingið nógv meiri pening upp í fótbóltin. Hetta gevur feløgunum størri møguleikar, og tað átti at havt positiva ávirkan á fótbóltin. Trupulleikin er tó tann, at pengarnir verða skeivt brúktir, og tað verður ikki hugsað langt fram um nøsina, heldur Jákup Mørk.

– Feløgini eru ikki bundin til hugsa um stóru myndina, og vilja helst síggja úrslit nú og her. Tí verða pengarnir brúktir sum teir verða.


Minni kapping um plássini

Pengarnir, sum feløgini hvørt ár fáa útflýggjaðan frá Fótbóltssambandinum og UEFA, skulu brúkast til umsiting og ungdómsarbeiði.

– Og sjálvandi verður tað eisini brúkt til tað, men feløg hava eisini verið ógvuliga kreativ, soleiðis at stórir partar av hesum pengum eru endaðir hjá besta liðnum. Tað er eisini generella støðan, at feløgini brúka meginpartin av sínum peningi til Formulalið felagsins, sigur Jákup Mørk, sum sær stórar trupulleikar í hesum.

Millum annað hava vit í Føroyum fingið eitt alt ov høgt lønarlag, í mun til hvørji krøv verða stilla til einstøku leikararnar.

– Og fíggjarliga parturin av gularótini er í onkrum í dag førum líka stórur í Føroyum sum í Danmark, og tað eggjar ikki spælarum til at treiskast á beinkinum í útlendskum felag. Eisini er kappingin um plássini í einstøku feløgunum minni nú, enn hon hevur verið. Marginalspælarar í einum størri felag skifta til eitt minni felag, men fáa nógv hægri løn. Spælarar, sum fyri so vítt einki hava prógvað. Hetta sæst aftur í næstbestu deildini, har vit í dag hava fýra lið, sum kunnu flyta upp í Formuladeildina, og hesi eru eisini langt fremst.

– Tá HB kappaðist við GÍ um meistaraheitið í nítiárunum, vann HB 2. deild samstundis. Og tá B36 vann FM í 1997, gjørdust teir nummar tvey í 2. deild. Hetta sært tú ikki í sama mun í dag, tí kappingin um plássini á besta liðnum er ikki eins hørð og tá.


Krøv fylgja við pengunum

Men sambært Jákupi Mørk eru pengar í fótbólti ikki neyðturviliga nakað negativt. Pengarnir kunnu gott hava positiva ávirkan, men so mugu tað setast nøkur krøv. Bæði frá Fótbóltssambandinum til feløgini, og frá feløgunum til leikararnar.

– Fótbóltssambandið átti at tryggjað sær, at pengarnir verða brúktir sum teir skula. Til dømis kundu teir valt, at partvíst lønt ungdómsvenjarum hjá feløgum, um hesir høvdu A-licens. Soleiðis fekk venjarin ta lønina, hann hevur uppiborið, samstundis sum felagið fær vælútbúgvið fólk at taka sær av sínum yngstu kreftum, sum jú skulu mynda felagið seinni, vísir Jákup Mørk á. Hann undirstrikar, at pengarnir frá bæði UEFA og Fótbóltssambandinum mugu fara til rætta endamálið og á rætta stað.

Jákup Mørk spældi sjálvur fótbólt á hægsta stig í Føroyum fyri 15 árum síðani. Tá vóru so at siga eingir pengar í fótbóltinum. Tað sama kann ikki sigast í dag, men Jákup Mørk metir ikki, at krøvini til leikararnar eru vaksin nevnivert, og als ikki í mun til, hvussu teir verða samsýntir.

– Kappingin er sjálvandi nakað longri nú enn tá, og nøkur feløg venja eina ferð meiri um vikuna. Men annars eru krøvini ikki herd nakað, hóast spælarar fáa fleiri túsund krónur um mánaðin. Og tað er ikki rætt, heldur Jákup Mørk. Eftir hansara tykki áttu feløgini at kunna sett krøv um hvíld og styttri arbeiðsviku, tá lønin er so høg.

– Leikararnir áttu eisini at verið meiri virknir í feløgunum. Til dømis kundu teir verið hjálparvenjari hjá onkrum yngri liðið. Ímyndi tykkum hvønn íblástur og áhuga, tað hevði givið 13 ára gomlum dreingjum, um ein landsliðsleikari hjálpti teimum undir venjing av og á, sigur Jákup Mørk.

– Hetta er tó ikki støðan í dag, ásannar Jákup Mørk, sum heldur at pengarnir verða givnir alt ov lætt út.


Ikki pláss fyri sereginleikum

Nógv hevur verið tosað og skrivað um ungar leikarar, sum fara til royndarvenjingar ella fáa sáttmála við útlendsk feløg. Enn er tó eingin, sum kemur nær námind Toda Jónsson og tað, hann avrikaði í FC Keypmannahavn. Nær fáa vit aftur ein líknandi leikara at síggja?

– Potentiali til nýggja Toda Jónsson hevur Víkingur. Andreas Lava Olsen hevur nakrar av somu serligu eginleikum, sum Todi Jónsson hevði. Men vit eiga at vera greið um, at tað gongur lang tíð ímillum leikarar við somu evnum sum Todi. Og so mugu vit eisini minnast, at frá tí Todi fór til Danmarkar at spæla fótbólt gingu eini sjey ár, áðrenn hann var á toppinum hjá FCK og millum bestu leikararnar í Danmark, minnir Jákup Mørk á.

Hann leggur síðani aftrat, at gongdin í løtuni onkursvegna tykist at vera tann, at leikarar ikki í sama mun sleppa at menna serligu eginleikar sínar.

– Leikarar í dag skulu duga líka væl at verja sum at leypa á. Líka væl at takla sum at skjóta upp á mál. Tað er rákið aðrastaðni, og tað er tað eisini hjá okkum. Tí hava vit í dag bara ein veruligan boksspælara. Tað er Arnbjørn Hansen. Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit Súna Fríða Barbá, Kurt Mørkøre og Uni Arge, vísir Jákup Mørk á.

Hinvegin hevur føroyskur fótbóltur fleiri vælútbúnar føroyskar venjarar enn fyri nøkrum árum síðani. Hetta er at fegnast um, sigur Jákup Mørk, sum eisini metir, at vit fara at síggja úrslit av tí arbeiði, hesir nú eru farnir undir.