Fótbóltsspælarar á skúlabonk

Ein stórur partur av donskum yrkisspælarum í fótbólti, sum gevast at spæla fótbólt, hava onga hægri útbúgving, og tað ætlar danska Spælarafelagið at gera nakað við. Felagið er farið í samstarv við Syddansk Universitet um eitt átak, sum skal fáa fleiri fótbóltsspælarar at útbúgva seg.

- Útbúgving er lyklaorðið, um tú skalt brúka øll tíni evni og tína orku. Tí skulu vit hava fleiri spælarar at taka eina hægri útbúgving, so teir eisini eru væl fyri, tá ið teir gevast at spæla fótbólt, sigur Mads Øland, formaður fyri danska Spælarafelagið, við Berlingske Tidende.