Fótbóltsvøllur í Trongisvági nærkast

At Tvøroyrar kommuna nú hevur fótað sær fíggjarliga, gevur henni í ein ávísan mun eisini møguleikan at gerast viðspælari aftur í økinum. Í dag skyldar kommunan netto umleið 85% av eini skattaálíkning, men tá ringast stóð til, skyldaði kommunan heilar sjey álíkningar.

Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, sigur seg vera sera spentan upp á vallarbyggingina í Trongisvági.

- Ætlanin er at byggja ein depil inni í Trongisvági, Suðuroyar Ítróttardepil. Vit hava gott samstarv við eitt nú Hvalbiar kommunu, og vit vóna, at kommunurnar í norðaru helvt av oynni eisini vilja hjálpa okkum at lyfta hesa verkætlan, sum FSF eisini luttekur í. Haraftrat vænta vit stuðul frá privatum, eins og ætlanin er, at ein partur av arbeiðnum at byggja húsið við vøllin verður sjálvboðið.

Borgarstjórin sigur, at Suðuroyar Ítróttardepil upp á sikt ætlandi skal hava svimjihyl og vatnland.

- Vit hava frammanundan høllina í Trongisvági, og tí verður miðjað eftir, at alt hetta virksemi verður savnað her, leggur hann aftrat.

Kristin Michelsen veit at siga, at tilboðini upp á útgrevstur og jørðarbeiði til fótbóltsvøll og ítróttarhús vórður latin upp herfyri. Tey vóru seks í tali og lógu úr 5,5 upp í 9,3 miljónir krónur.

- Tilboðini lógu soleiðis bæði væl lægri – og væl hægri enn mett.

Borgarstjórin sigur, at tá TB, Tvøroyrar Bóltfelag, fyllir 120 ár í komandi ári er ætlanin, at bæði fótbóltsvøllur og hús skulu standa liðug at taka í nýtslu.