Fótbóltur er eingin grillveitsla

– Eg vil ikki hava, at fótbóltur skal verða eitt ítriv ella ein grillveitsla. Eg fari at arbeiða hart fyri, at vit kunnu røkka tí hægsta støðinum, sigur nýggi brasilski venjarin hjá GÍ/LÍF, Dido. Hann er hevur ferðast víða við fótbóltinum, og í síni tíð spældi hann saman við legenduni Zico

-Liðini í Onglandi spæla so skjótt, at tey hava ikki tíð at fáast við tað vakra og poleraða spælið. Nýggi venjarin hjá nýggja felagsliðnum, sum enn eitur GÍ/LÍF er avgjørdur. Hann hev­ur fingið heimstað uppi yvir handli­num hjá PW í Norðragøtu. Bert eitt hanagleiv frá vøllinum í Sarpu­gerði. Hann eitur Edson Silva. Men sum nógvir av sínum brasilsku landsmonnum hevur hann eitt kelinavn, sum við tíðini fær ein størri samleika, enn sjálvt føðinavnið. Dido nevnist hann. Um tað so er í Gøtu, Leirvík, Jerusalem ella í Rio de Jaineiro. Dido heldur, sum so mong onnur tilkomin fót­bóltsáhugað fólk, at tey liðini, sum hava leikt vakrasta fótbóltin í heimssøguni, eru landsliðini hjá Brasilia, sum leiktu í HM í ávikavist 1970 og 1982. - Teir leiktu kanska ikki so skjótt, men sýndu heiminum list á hægsta støði! Dido hevur sínar avgjørdu meiningar um fótbólt. Tað likamliga og tekniska - Mín uppgáva, sum venjari verð­ur at kombinera tað likamliga og tað tekniska. Eg vil heldur hava ein leikara, sum er seinur í ferð, men effektivur, enn at hava ein leikara, sum er skjótur í ferð, men óeffektivur. - Mín ambisjón er at hyggja eftir aldri og førleika. Eg vil hava leikarnar at siga mær, hvørjar ambisjónir teir hava. Eg vil ikki hava, at talan skal verða um eitt ítriv, ella eina grillveitslu. Eg fari at arbeiða hart fyri, at vit kunnu røkka tí hægsta støðinum. Um ein leikari kennir, at venjarin investerar tíð og orku í hann, og motiverar hann. So fer hesin leikarin at siga: “Eg skal vísa venjaranum hvat eg dugi!”. - Vit skulu hava eina harða, men sunna kapping í hópinum. Tað skal verða soleiðis, at ein leikari, sum ikki er millum teir 11, sum byrja inni, at hann fer at siga við viðleikaran, sum byrjar inni: “Eg vil arbeiða fyri at kunna megna tað sama, sum tú.” Dido er ikki heilt liðugur at seta hópin saman. Hann vil gjarna hyggja eftir blaðungum leikarum. Hann vil gjarna lufta øllum møguleikum. - Eg ætli mær at arbeiða við 20 útileikarum og 3 málverjum. Tað ber ikki til at fáa nóg nógv burtur úr við at hava 30 leikarar. Tá hevur ein ov lítla tíð til hvønn einstakan leikara. Eg havi ein góðan hjálparvenjara í Anton Skoradal, sum hevur leikt fótbólt á hægsta støði her, og sum hevur gott innlit í lokalsamfelagið. Tað er eisini ein sera spennandi tíð vit hava her. Ein merkir pionerandan, sum er í hesum nýsamanlagda felagnum, sigur Dido, sum er glaður og spentur um arbeiðssetningin hjá sær í Eystur Kommunu. Yrkisleikari 15 ára gamal Longu sum 15 ára gamal fekk Dido - sum er uppvaksin í býnum Espirito Santo í lands­synningshorninum av Brasilia – sáttmála við Flamengo. Dido er føddur 27. juni í 1962. Sum barn leikti hann við einum liði í heimbýnum, sum nevndist Desportiva Ferroviaria. Hann var í Flamengo, árini 1977-1981. Hon stríddi seg fram til 1. liðshópin, hóast nógvir vóru um boðið. Tað var her hann vandi og leikti saman við Zico, Pita og Paulo Isidoro. Flamengo vann Brasilska meistaraheitið, lokala Rio-meistaraheitið, og Copa Libertadores, suðuramerikanska meistaraheitið fyri felagslið. Men í 1982 hungraði tann 20 ára gamli Dido eftir meiri spælitíð, og tí skifti hann til felagið America. America var eitt minni felag, sum var eitt miðalgott lið í bestu brasilsku deildini. Eftir eitt tørn við America or Dido at leika við Santos. Tað eydnaðist honum at verða við til at vinna Sao Paolo-meistaraheitið. Í Brasilia hava deilríkis-meistaraheitini eisini ovurstóran týdning. Dido hevur eina sprenfulla scrap-bók við avísklippum frá brasilskum bløðum. Dido var við til at spæla brasilska OL-landsliðið til OL-endaspælið í 1984. Men so blivu reglugerðirnar broyttar viðv. profesjonelum leikarum, og hann slapp ikki at umboða sítt land til OL-leikirnar í Los Angeles. Til Ísraels Men í 1985 yvirraskaði hann alt og øll. Hann valdi at fara til Ísraels at leika við høvuðs­staðarliðnum Beitar Jerusalem. Dido gjørdist søga í Ìsrael. Hann gjørdist nevnliga fyrsti útlendski leikarin í ísraelsku fótbóltsliguni. Fólk í Brasilia skiltu ikki hví hann fór til Ísraels, og ikki strembaði eftir at sleppa til lið, sum Valencia ella Sevilla. Men Dido hevur í lívinum ikki valt at fara har, sum teir flestu pengarnir eru. - Eg fari til nýggj og ókend støð, har sum eg kann sáa nakað, og seinni í lívinum síggja, at eitt vakurt træ er vaksið fram, av tí sum eg sáddi, sigur hann. Høvuðsorsøkin til, at Dido fór til Ísraels, er at Dido las væl kendu skaldsøguna hjá Leon Uris: “Exodus”. “Eg eri ikki nakar religiøsur persónur. Eg fekk onga religiøsa uppaling, vit vóru ikki doypt sum katolikkar. Men eg havi stóra og djúpa virðing fyri øllum tí, sum er bygt upp í Ísrael. Tað gekk væl í Ìsrael. Dido gjørdist ísraelskur meistari við Beitar í 1986 og í 1988. Í 1986 vunnu teir eisini steypa­kappingina. Teir leiktu ímóti Brøndby í Evropa Cup-kappingini. Teir fingu javnleik heima, men gjørdist ov stuttir í útidystinum. Hjálparvenjari Kappingarárið 1989-1990 var Dido heima aftur í Brasilia og leikti við Americano. Ì 1990 gekk leiðin aftur til Ísraels. Hesuferð fór hann at leika við einum minni felagi, sum eitur Maccabi Holon. Men her fekk Dido høvi at gerast hjálparvenjari. Maccabi Holon var eitt miðalgott lið í liguni. Dido fekk høvið at slóða fyri yrkisleið sínari, sum fótbóltsvenjari. Hann fór til ymisk seminar og venjaraskeið. Hann setti sær eisini fyri at læra at fara væl um útlendskar leikarar. - Eg var, uttan at reypa, ein tekniskur bóltsnillingur. Men alt ov ofta upplivdi eg, at venjarar hjá mótstøðuliðunum róptu: “Brót beinini hjá honum” ella “Lat hann ikki sleppa at spæla”. Tíbetur hevur FIFA lært at sláa harðari niður á slíkar ónollir. Dido leggur dent á, at hann kláraði at fylgja við hin­um leikarunum á tí likam­liga støðinum. Men sum blað­­ungur leikari fekk hann vitamins-inn­spræningar frá felags­lækna­num. Sjálvur hevur hann tvær platinplátur í knænum. Hann hevur havt nakrar stórar krossbands-skurðviðgerðir. Men hann fegnast um, at dómarnir sláa hart niður á tað harða spælið í dag. Hann viðgongur, at summi ting eru betri við fótbóltinum í dag. Men hann heldur kortini, at fótbólturin var vakrari í 1970-unum og 1980-unum. Til Hollands og Vietnam Aftan á at hava tænt fyri seg í Ísrael fór Dido heim til Brasilia fyri at fáa eina certifikeraða venjaraútbúgving. Í 1996-97 arbeiddi hann hart fyri at fáa til vega hesa venjaraútbúgvingina. Í 1997 bleiv hann settur í starv hjá einum liði í triðjubestu hollendsku deildini, sum nevnist Ameide. Dido starvaðist í Hollandi til november í 1999, tá hann var settur í starv, sum landsliðsvenjari hjá Vietnam. Sum vietnamesiskur lands­liðsvenjari brúkti hann nógva tíð uppá tað mentala. Frá øðrum útlendskum landsliðsvenjarum høvdu leikarnir fingið at vita, at teir vóru ikki betur enn eitt vist, og at teir tí bara skuldu leggja seg aftur at verja. Dido fekk vietnamesiska lands­liðið at leypa á. Hann fekk lært teir, at “Álop er besta verjan”. Og væl gekst í undankappingini til HM. Í innleiðandi bólkinum vóru teir bert aftanfyri Saudi Arabia, og gjørdust akkurát ov stuttir at taka seg víðari til endabólkin. Í 2001 var hann við Vietnam til eina fótbóltskapping í París, sum tað eydnaðist teimum at vinna. Teir vunnu 1-0 á fronsku meistarunum Lens í finaluni. Í 2001 fór Dido at venja eitt hollendskt lið, sum eitur Marsa. Emiratini Í 2002 gekk leiðin til Sameindu Arabisku Emiratini. Henda tíðin gjørdist eitt vónbrot fyri Dido. Ríkir eigarar, sum bland­aðu seg uppí venjingina og lið­upp­stillingina, og spiltir leikarar, sum áttu hvør sín Ferrari, gjørdist ovboðið fyri Dido. - Onkuntíð upplivdi eg, at bara 4 leikarar møttu til venjingar. Og teir vóru allir útlendingar. Pengarnir vóru nógvir, men teir freistaðu ikki Dido at halda áfram við starvinum. Eftir hetta tók Dido eitt tørn, sum landsliðsvenjari hjá Taiwan, og eftir tað vandi hann kinverska liðið Taichong. Nú ræður um GÍ/LÍF Dido hevur verið víða um. Hann hevur vitjað í 96 londum. Og vitjaði í Føroyum seinast í 1980-unum, aftaná ein dyst ímóti Brøndby. Hann hevur lært at tosa bæði spanskt, hebraiiskt, hollendskt og enskt. Haraftrat dugir hann nakað av vietnamesiskum og kinesiskum. Og fær hann sín vilja kemur nýggja felagsliðið í Eysturoynni at røkka langt. Og kanska eisini víða? ----------- Pele er Gudurin Blaðmaðurin hevur frætt, at Dido, sum blaðungur hevur verið á liði saman við tí legendariska Zico. Dido dylur ikki fyri, at tað var stórt at verða á liði saman við Zico, men tað er Pele, sum er “Gudurin” í Brasilia. Í 1984 var tann blaðungi Dido saman við liði sínum, Santos og leikti framsýningardystir á ymsum karibiskum oyggjum. Tann tá 44 ára gamli Pele var við teimum, og plagdi at koma inn tá 10 minuttir vóru eftir, bara fyri at geva oyggjabúgvunum eina uppliving fyri lívið. Og sjálvsagt eisini fyri at fjálga um pengakassan hjá Santos. Dido var kommunistur Tá Dido var blaðungur hevði Brasilia eitt hermannastýrið. Hann gjørdist kommunistur, og saman við 4 vinmonnum skrivaði hann graffitti-herróp. Teir blivu handtiknir av løgregluni. Tá møtti ein av leiðarunum hjá Santos upp á løgreglustøðini, og bað hann velja ímillum politikkin og fótbóltin. Dido valdi fótbóltin, men syrgdi fyri, at teir 4 vinmennirnir eisini blivu lætnir leysir. Nøkur ár seinni vóru tveir av hesum vinmonnunum dripnir fyri sína søk.