Leygarkvøldið skipar Áarstova fyri hugna við fótbólti á stórskíggja, og fólkatónleiki við Hanus G. Johansen. Føroysku fótbólts stjørnurnar fara at spæla móti stjørnunum úr Frankaríki leygardagin 10 oktober kl. 21.00. Hetta verður víst LIVE í Áarstovu, og dyrnar lata upp kl 20.00.
Eftir dystin verður fólkatónleikur á skránni, tá ið Hanus G. Johansen stendur fyri tónlistarliga partinum av hugnakvøldinum.