Ein stórur sjónvarpsskíggi, sum er 5 x 5 metrar verður nú settur upp í Vágsbotni, og í kvøld fer Televarpið at vísa EM dystin millum Ísland og Portugál á stórskíggja.
Talan er um samstarv millum Televarpið og Ljóðtøkni og Tórshavnar kommunu og Miðlahúsið í Vágsbotni.
Dysturin verður vístur við trappuna í Vágsbotni, har fólk kunnu síggja dystin á stórskíggja, sum verður settur upp á torginum framman fyri standmyndini av Nólsoyar Páll.
Byrjað verður klokkan 19:30, og dysturin byrjar klokkan 20.
Í sambandi við tiltakið verður stongt fyri allari bilferðslu í Vágsbotni frá klokkan 18-23:
– Tórsgøta verður stongd við Sverrisgøtu.
– Mylnugøta verður stongd við Gamla Bókhandil
– Av Skálatrøð verður stongd við Bøgøtu.