Føroyar eru ein so lítil blettur á heimskortinum, at fá fólk úti í stóru verð geva sær fær um hetta lítla oyggjalandið í Atlantshavi. Á heimskortinum hjá skúlabørnum eitt nú í grikska høvuðsstaðnum Athen eru Føroyar als ikki avmerktar. Hetta hevur givið Aimé Thomsen av Strondum nakað væl av arbeiði, sum hon tó er sera fegin um. Búsitandi og gift í Grikkalandi og í dagliga yrki sínum sum lærarinna kemur hon í sam-band við mong fólk, skúlanæmingar og foreldur og næstringar teirra. Og hon sær tað sum eina heilt náttúrliga uppgávu at kunna tey um Føroyar.
-Fólk eru so forvitin at vita, hvaðani er komi, og tá eg greiði teimum frá, hvar Føroyar liggja, so kennast flestu teirra ikki við Føroyar í fyrstu syftu. Men tey, sum koma eftir, hvar og hvat Føroyar eru, siga við ein munn: fótbóltslandsliðið.
Aimé Thomsen váttar hervið tað, sum føroysk fjølmiðlafólk á kunningarferð til fleiri lond í Meðalhavinum máttu sanna aftur og aftur: at tey flestu fólk tú hitti hava ongantíð hoyrt um Føroyar fyrr - og flestu teirra, sum kennast við oyggjarnar, gera tað frá tí føroyska fótbóltslandsliðnum. Bæði í Grikkalandi og í Ísrael kenna fólk Føroyar frá fótbóltinum, tí hetta eru lond, sum vit hava spælt móti. Og fyri ítróttaráhugað er tað sjálvandi eisini sigurin á Eysturíki á sinni, sum hevur fest Føroyar í minnið.
Tríggir føroyingar
Tá ferðalagið við føroyskum fjølmiðlafólki nú um dagarnar var á kunningarferð til fleiri Meðalhavslond gekk leiðin eisini til Grikkalands, har føroyski ferðaleiðarin, Sámal Bláhamar frá ferðamannastovuni Toru Tourist hevði borið so í bandi, at 31 ára gamla Aimé Thomsen av Strondum stóð fyri føroysku fjølmiðlafólkunum, tá ferðamannaskipið Azur legði at bryggju í grikska havnabýnum Pireus.
Aimé er bert ein av trimum føroyingum, sum hevur fingið so stóran tokka til Grikkland og fólkið har, at hon er vorðin fastbúgvandi. Hon er gift einum grikka og býr í dag í Athen, har hon undirvísir børnum og ungum serstakliga í enskum máli. Umframt hana býr ein føroysk kvinna á Rhodos og ein á Kreta.
Aimi tók læraraútbúgving í Havn í 1993. Ein av hennara floksfeløgum kendi eina føroysku kvinnu, sum varð í norðurgrikska býnum Kavalla. Hon fekk tá at vita, at møguleiki var at undirvísa har í eitt ár, og vóru tær tvær, sum fóru til Grikkalands at undirvísa. Hin var Elna Skylv Hansen, sum nú er í Tanzania. Tær báðar arbeiddu og búðu saman hetta fyrsta árið. Tá Aimé hevði verið har í tvey ár ivaðist hon í at fara heimaftur, men tá var tað, at hon fekk starv í Athen. Hon fann mann sín og hevur síðani verið fastbúgvandi í Athen.
-Mær dámar sera væl grikkar, og sum støðan er nú havi eg einki ímóti at verða verandi her, sigur ein sera fryntlig og avgjørd Aimé, sum kortini vitjar heima á Strondum á hvørjum sumri. Hon roynir annars at fylgja við í tí, sum hendir heima, við at lesa bløðini, ið hon javnan fær sendandi.
Aimé dámar eisini væl sítt arbeiði. Hon hevur nógv at gera sum lærarinna á einum privatskúla í býnum. Skúlabørnini í Grikkalandi hava frí tríggjar mánaðir um summarið orsakað av tí nógva hitanum. Har kann blíva upp í 40 hitastig. Hetta ger sjálvandi, at tey hava úr at gera um veturin, og tá hevur Aimé eisini nógvar eykatímar við teimum.
-Fá kenna nakað til Føroyar her við undantaki av fótbóltslandsliðnum. Tá eg vísi teimum myndir úr Føroyum eru tey heilt bergtikin av náttúruni, og her ikki minst teimum sterku litunum.
Grikkar til Føroya
Aimé heldur sjálv, at Grikkaland er eitt sera gott land hjá føroyingum at vitja, tí har er heitt, har er bíligt, og har er nógv at uppliva og síggja. Men hon heldur eisini, at Føroyar áttu at verið eitt gott pláss hjá nógvum grikkum at vitja. Og roynir hon eisini eftir førimuni at virka sum ambassadørur fyri Føroyar.
-Tað er sjálvandi rættiliga dýrt at koma til Føroya, men eg haldi nógvir grikkar høvdu valt at ferðast til Føroya og Ísland, um teir vistu meira um hesi londini sigur Aimé, sum heldur, at Føroyar og her ikki minst Ferðaráð Føroya eigur at gera meira fyri at kunna um Føroyar sum ferðamannaland.
-Eg veit væl, at hetta er lættari sagt enn gjørt, tí heimurin er so stórur, at tú røkkur ikki út allastaðni, men hví ikki eisini brúka okkum sum ambassadørar fyri okkara heimland við at lata okkum vera við til at kunna um Føroyar?
Við hesum sipar Aimi til, at tað hevði kunnað verið hent hjá henni og øðrum føroyingum, sum eru fastbúgvandi í øðrum londum, og har Ferðaráðið kanska ikki røkkur, at givið eina hjálpandi hond, tá umræður at fáa fleiri útlendingar til Føroya at ferðast.
-Eg havi skilt at settur er nýggjur ferðavinnustjóri heima, og hetta kundi so verið eitt av hugskotum hjá honum at arbeiða við sigur Aimé, sum heldur, at føroyingar sum hon, sum búgva og arbeiða í einum øðrum landi og harvið kenna mentanina og fólkið, kunnu vera góðir ambassadørar fyri Føroyar. Tað einasta teimum nýtist eru brosjurur og kunnandi tilfar um Føroyar. Hetta kann so vera eitt íkast til tað meira miðvísa og skipaða arbeiði, sum annars verður gjørt fyri at selja Føroyar sum ferðamannaland.
Aimé sigur seg annars vilja ganga føroyingum, sum koma til Grikkalands at ferðast, til handa og hjálpa teimum við einum og hvørjum.
Tað er altíð hugaligt at fáa føroyingar á vitjan sigur tann unga strandakvinnan, sum í dag er vorðin ein partur av tí fjølbroyttu býarmyndini í forna og forvitnisliga milliónabýnum Athen.