Farmasigling
Í gjár kom farmaskipið Sandfelli á Havnina.
Tað er felagið P/F Run í Saltangará, sum eigur skipið, og aftanfyri hetta felag stendur móðurfelagið, Sp/F Lón í Saltangará.
Teir, ið eiga móðirfelagið og felagið, sum nú hevur keypt Sandfelli, eru Páll Jóanesarson og synir hansara. Frammanundan eiga faðir og synir eisini línubátarnar, Sjóstjørnuna, sum er fyrrverandi Báradrangur og Margit, sum er fyrrverandi Hvítabjørn.
Skipari við Sandfelli verður Martin Jóanesarson, sum er tvíburðabróðir, Edvard, ið er við Margit. Uppi á landi at taka sær av tí dagliga verður Andrass Jóanesarson, sum eisini er stjóri í P/F Run.
Fleksibult skip
Sandfelli er keyptur úr Bergen. Skipið er bygt í Týsklandi og hevur verið heimahoyrandi í Noregi síðan 1996. Longdin er 63 metrar og breidddin 11,30, og Sandfelli lastar 1000 tons.
Høvuðsmotorurin er ein 800 HK. Callesen Diesel, skipið hevur tveir Deutz-ljósmotorar og ein aksilgenerator.
Andrass Jóanesarson sigur, at minsta manningartal umborð er 4, men um summarið er ætlanin, at 5 mans skulu verða við, tí tá verður í størri mun høvið til viðlíkahald omandeks.
Eigararnir hava ikki upplýst keypsprísin, men Andrass sigur, at teir eru nøgdir við prísin, og at vónirnar um, at raksturin fæst at hanga saman, eru góðar.
- Felagið í Bergen, BSC (Bergen Shipping Chartering), sum syrgdi fyri farminum hjá Sandfelli fyri eigaraskiftið, fer framhaldandi at taka sær av hesum, og tað halda vit vera ein stórur fyrimunur.
Andrass sigur, at teir spurdu BSC, um teir høvdu áhuga í at halda fram eftir eigarskiftið, og tað vildu teir fegnir.
- Bæði BSC og tey feløg, sum skipið hevur siglt fyri, eru sera glaðir fyri Sandfelli, tí skipið er einfalt og driftssikkurt.
Hann sigur, at skipið er ein sonevndur ”sjálvlossari”, sum hevur brøyt á dekkinum, ið koyrir eftir skinnara og soleiðis røkkur um alla lastina.
- Lastin er uppbygd, og síðurnar eru beinar heilt niður á banjaran. Hetta ger lasting og lossing lættari og ger skipið meira fleksibult. Tað er eisini skjótt at vaska lastina ímillum túrarnar, sigur hann.
Úr Fuglafirði
Andrass Jóanesarson sigur, at Sandfelli lastar fyrstu lastina í Fuglafirði, og gongst sum ætlað, loysir skipið aftur úr Fuglafirði í morgin.
- Okkara fyrstu uppgávur verður mjølflutningur úr Fuglafirði til Stavanger-leiðina í Noregi, og í fyrstu syfti fáa vit tvær slíkar lastir úr Fuglafirði, áðrenn farið verður aðrar vegir, sigur reiðarin.
Sosialurin fer at venda aftur til Sandfelli í blaðnum í morgin.