Fá ísfiskalínuskip eru til fiskiskap

- Streymurin verður góður, men veðrið verður helst skiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku.

Tað eru fá ísfiskalínuskip til fiskiskap í løtuni. Eitt fiskar í íslendskum sjógvi, og eitt minni ísfiskalínuskip fiskar undir Føroyum.

 

- Væntandi fara onkur línuskip út í næstum, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Skipini fáa mest av toski og hýsu og nakað av longu og brosmu.

 

Flestu frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni, og væntandi koma tvey inn at landa í næstu viku.

 

- Streymurin verður góður, men veðrið verður helst skiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski.