Tað er eingin ætlan um at seta forboð fyri nøkrum virksemi, men myndugleikarnir fylgja væl við. Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Umhvørvismálum. Herfyri varð ein mynd løgd á Facebook, har heili 27 biofiltur av tí slagnum, smoltstøðirnar brúka at reinsa vatnið við, vórðu funnin í maganum á einum nátunga. Tí hevur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin, hvat hann ætlar at gera við tað.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað er ú Norðoygghum, at boðað er frá, at plastlikan av hesum slagi eru funnin í nátungum og tað sær út til, at tey eru av sama slag, sum tey, ið verða brúkt í biofiltrum á fleiri smoltstøðum.
Í nýggjastu góðkenningunum til smoltstøðir eru serligar treytir settar við tí endamáli at fyribyrgja, at hesi plastlikam fara á sjógv. Síðani fráboðanirnar um plastlikam í havhestaungum komu fram, hevur Umhvørvisstovan verið á eftirliti á fleiri smoltstøðum har tey serliga hava kannað, hvussu forðað verður fyri, at tey fara á sjógv.
Niðurstøðan er, at allar smoltstøðirnar tey vóru á, hava innbygdar skipanir at forða fyri, at plastlikam fara á sjógv. Umhvørvisstovan væntar tískil, at sum heild er tað ikki stórvegis av plastlikamum, sum fara á sjógv.
Hesa seinastu tíðina hevur Umhvørvisstovan heldur ikki kunnleika um óhapp, ella aðrar umstøður, har plastlikam eru farin á sjógv Øll alifeløgini leggja dent á at fyribyrgja plastdálking. Fleiri smoltstøðir hava longu sett inn serligar forðingar, so at plastlikam, og annað plast, ikki skal sleppur úr skipanini, og á øðrum smoltstøðum eru slíkar serligar forðingar á veg.
Magnus Rasmussen sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur upplýst, at hesi seinnu árini hava alifyritøkur hildið sína ruddingarskyldu, tá ið alivirksemið heldur uppat. Samstundis hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørt vart við, at fyri 2010 varð ruddingarskyldan ikki altíð hildin. Orsøkin kann hugsast at vera, at viðkomandi alifyritøka ikki hava havt fíggjarliga orku til at rudda.
– Verða plastlikam leidd á sjógv, er tað brot á lógina um umhvørvisvernd. Fyri virkir, sum hava serlig krøv um plastfiltur í góðkenningini, er tað eisini brot á treytirnar um plastlikam fara á sjógv. Men tað kann vera torført ella ógjørligt at staðfesta, hvaðani plastlikam í nátunga, ella á sjónum, stava frá.
Landssstýrismaðurin hevur heitt á Umhvørvisstovuna um at fylgja væl við, um nýggju átøkini hjá smoltstøðunum eru nøktandi til at fyribyrgja, at plastlikam verða latin út í náttúruna, men ætlanin er ikki at seta forboð fyri nøkrum virksemi, sigur hann.