Fáa ikki náttarfrið enn

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, vil bíða eitt sindur

Kunngerðin, sum skuldi koma í gildi 1. juli um at tryggja fólki náttarfrið fyri larmi frá skipum, kemur ikki í gildi kortini. Tað hevur felagið, Heimafriður, fingið at vita frá landsstýrismanninu.

 

Heimafriður sigur, at fundur hevur verið ímillum Helga Abrahamsen og umboð fyri Kommunufelagið, Runavíkar kommunu, Tórshavnar kommunu og felagið Heimafrið.

 

Á fundinum gjørdi landsstýrismaðurin greitt, at hann ætlar at bíða við at seta kunngerðina um larm frá skipum í gildi. Í staðin vil hann bíða fyri at lata eitt uppskot, sum ein tvørkommunalur arbeiðsbólkur hevur arbeitt við, standa sína roynd. Men ber tað ikki á mál, verður kunngerðin lýst.

 

Í uppskotinum hjá kommunala arbeiðsbólkinum verður lagt upp til, at ein ISO-standardur verður fylgdur, tá ið óljóð verður mátað. Lagt verður upp til, at fólk, sum búgva við havnaløgini, kunnu fylgja við, tá ið ljóðmátingar verða gjørdar. Samstundis skal ein listi gerast yvir skip, sum larma verri tey skulu eftir reglunum og tað verður umhugsað at gera listan almennan.

 

Fer larmurin frá einum ávísum skipi upp um mark, og tað ikki kann knýta í landstreym, verður tað sett á svartalista. Hereftir skulu allar havnir í landinum nokta skipinum at leggja at um landstreymur ikki verður settur til skipið, men verða ábøtur gjørdar, so at larmurin fer niður um mark, kann tað verða tikið av svartalista aftur.

 

Annars eru tað summar kommunur, sum ikki hava bundið seg til at fylgja uppskotinum hjá arbeiðsbólkinum, men arbeitt verður nú við hesum, sigur heimafriður. Á fundinum greiddi arbeiðsbólkurin frá, at fundir eisini skulu haldast við feløg, sum umboða russisk reiðarí, Føroya Reiðarafelag og onnur, áðrenn uppskotið er endaliga sett í gildi.