Fáa inntøku uttan lóg um veiðugjald

Sjálvt um lógin um veiðugjald varð súltað í vinnunevndini hjá Løgtinginum, so fær landið kortini pengarnar

Størsta málið, sum ikki kom aftur úr nevnd í hesi tingsetuni, var partur av lógini um fyrisiting av sjófeingi. Talan er um lógina, sum skal áseta veiðugjald. Uppskotið bleiv lagt fram 3. november, men tað kom ongantíð aftur úr vinnunevndini, hagar tað var beint í eftir 1. viðgerð.

 

Sosialurin hevur í dag hugt upp á málini, sum ikki vórðu avgreidd áðrenn tingið fór heim týsdagin í síðstu viku.

 

Orsøkin til at málið um fyristing av sjófeingið varð súltað var, at eingin semja fekst í vinnunevndini um at leggja uppskotið fram. Tað er soleiðis, at andstøðan í tinginum hevur meirlutan í vinnunevndini, og tað eydnaðist ikki at fáa gjørt eitt álit, sum tingið kundi taka støðu til.

 

Uppskotið um veiðigjald skal tryggja, at landskassin fær gjald fyri tey rættindi, sum fiskivinnan fær at veiða av føroyskum fiskakvotum.

 

At uppskotið ikki kom framaftur kundi havt fingið álvarsligar avleiðingar fyri fíggjarlógina, tí haðani kemur ein partur av inntøkunum.

 

Men skipanin er gjørd soleiðis, at tá ið uppskot um fíggjarlóg verður lagt fram, so skulu eisini inntøkulógir leggjast fram, so trygd er fyri, at landskassin fær sínar inntøkur.

 

Tí legði landsstýrið eitt fyribils uppskot fyri tingið – sum bleiv samtykt – sum tryggjaði, at pengar koma í kassan fyri veiðirættindini.

 

Av ti at hetta bleiv gjørt, so fær landið inntøkurnar, sjálvt um lógin um veiðugjald ikki kom gjøgnum tingið í hesi tingsetuni.

 

Politiskt er tað sjálvsagt ein ósigur fyri samgonguna, at tað ikki bar til at faa uppskotið samtykt, men í prsaksis fær tað neyvan nakrar avleiðingar.