Facebook er gott fyri fólkaræðið

(Rás2 - Sjóðteim) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við bloggaran, Birgir Kruse

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Birgir Kruse í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2.

 

Birgir Kruse er ein væl kendur bloggari, og ikki so fá lesa Birkblog, sum hann nevnir sína bloggaraprofil.

 

Birgir Kruse heldur, at Facebook hevur verið gott fyri fólkaræðið. Á Facebook tora mong at stíga fram og skriva, sum ikki áður tordu at stíga fram á teimum pallunum, sum vóru tøkir í gomlum døgum.

 

Birgir Kruse heldur tað eisini verða løgið, at politikkarar o.o. altíð skulu nevna Facebook "Teir sosialu miðlarnir", tá Facebook er so at siga tann einasti sosiali miðilin føroyingar eru á.