Facebook fer eftir tónleikinum

Tað skrivarði vinnumiðilin Bloomberg sambært tíðindastovuni Reuters í gjár.

Facebook skal sambært Bloomberg hava gjørt fleiri avtalur um rættindi til at vísa tónleikavideo á sosialu miðlunum hjá Facebook.

Harvið flytir Facebook seg inn á ein marknað, sum Alphabet, sum er móðurfelag hjá Google og YouTube, annars situr tungt á.

Roknað verður við at Facebook fer at boða frá samstarvi við tríggjar av størstu leikarunum í tónleikavinnuni: Universal Music Group, Sony Music Entertainment og Warner Music Group.

Universal hevur eitt nú sáttmálar við stór nøvn sum Taylor Swift, Lady Gaga og Rihanna.

/ritzau/