Snorri Steinn fær landsliðsvenjaradebut móti Føroyum

Snorri Stein Guðjónsson var íslendska hondbóltslandsliðnum ein hollur leikari millum 2001 og 2016

Tað er millum fremstu hondbóltsleikararnar nakrantíð í Íslandi, ið íslendska hondbóltssambandið hevur sett í starv sum landsliðsvenjari hjá íslendska A-landsliðnum.

 

Snorri Stein Guðjónsson, ið er føddur í 1981 leikti millum 2001 og 2016 heilar 257 A-landsdystir fyri Ísland, har hann megnaði at skjóta 846 mál.

 

Snorri Stein Guðjónsson er nummar átta á listanum yvir teir leikararnir, ið hava spælt flest A-landsdystir fyri Ísland.

 

Føroyska A-landsliðið fær heiðurin at vera fyrsta mótstøðuliðið hjá Snorra Stein Guðjónsson í hansara tíð sum landsliðsvenjari hjá Íslandi.

 

Í november fara Ísland og Føroyar í sterkastu uppstillingum at spæla tveir venjingardystir í íslendskum hallum.

 

Við miðilin, handbolti.is sigur Snorri Stein Guðjónsson, at hann gleðir seg til at fáa eina viku saman við leikarunum í november, og at fáa tveir týdningarmiklar venjingardystir í fyrireikingunum til EM-endaspælið í januar í Týsklandi.

 

Handbolti.is skrivar, at Ísland fer eisini at spæla tveir venjingardystir fyrst í januar undan EM-endaspælinum.

 

Ísland er í bólki C, har mótstøðuliðini eru Ungarn, Serbia og Montenegro, so tað er ein rættiliga torførur bólkur teir eru komnir í.

 

Ísland spælir sínar innleiðandi dystir í München.