Fagnaður fyri dualismu

Tað góða og tað ónda. Tað myrka og tað ljósa. Tað skjóta og tað seina. Tey ríku og tey fátøku. Alt mótsetningar, sum vórðu lýstir, tá Fimleikafagnaðurin var á skránni um vikuskiftið

Fimleikur

 

Tá Gud skapti heimin, skapti hann alt í mótsetningum. Dag og nátt, mann og kvinnu, hita og kulda, tað góða og tað ónda.

Dualisman er eyðsýnd gjøgnum alt skapanarverkið, og tað var og fremst hendan, sum varð sett á breddan, tá fimleikafagnaðurin var í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið.

Seinastu mánaðirnar hava Flog, Støkk, Havnar Fimleikafelag og Ljósið arbeitt við at lýsa bundnað evnið, sum hesa ferð var »mótsetningar«, og við hvør sínari framførslu á 15 minuttir, skuldu feløgini nú við ljóði, ljósi og rørslum vísa, hvat tey høvdu fingið burtur úr sínum arbeiði.

 

Framúr framførslur

Tað serliga við Fimleikafagnaðinum fram um onnur tiltøk, er eisini, at ein av setningunum hjá feløgunum her er at vísa breiddina, sum er í hópinum. Og umframt at draga hópatals foreldur, ommur og abbar til sýningarnar, skapar hetta eisini sín heilt serstaka hugna og samleika í framsýningunum, sum ikki standa petti aftan fyri elitukappingarnar, um enn kriteriuni tá eru nakað øðrvísi.

Og tí var talan eisini um framúr undirhald í stóra salinum í Norðurlandahúsinum. At Støkk vann fagnaðin, var upp á sítt pláss, tí samlaða framførslan hjá teimum var avgjørt tann flottasta og mest fjølbroytta. Eisini tí hetta var felagið, sum hevði flest íðkandi við í framførslunum, eins og mongu ymisku búnarnir vóru hugtakandi.

Men eins nemandi var tað at síggja mongu ungu fimleikararnar hjá Flog, sum veruliga hevur fingið fatur á børnunum í Fuglafirði og Gøtu.

Ljósið hevði í síni framførslu helst mest ítøkiligu lýsingarnar av dualismuni, har kontrastirnir á gólvinum vóru serstakliga stórir, og við framúr skifti í tónleikinum var framførslan hjá Ljósinum helst tann, sum otaði seg næst Støkk, tó at dómsnevndin bert kunngjørdi ein vinnara og ikki sekunderu plaseringarnar.

Og kraftfulla framførslan hjá Havnar Fimleikafelag hevði avgjørt eisini sítt at bjóða uppá, um enn tulkingin av evninum til tíðir tóktist heldur abstrakt at fylgja við.