Savnsfagnaðurin verður fyri almenningin í døgunum 11. til 15. oktober - savnsfagnaðarskráin kann lesast her:
Tá hava tey fýra stóru søvnini í Havn opið fyri amenninginum frá kl. 11 til 16. Ókeypis atgongd (½ prísur á Sjósavninum).
Á søvnunum eru upplivingar og uppgávur til allar aldursbólkar, og familjur kunnu koma og hava eina hugnaliga løtu saman, eins og bæði smá, ung og eldri kunnu fáa nógvar tímar at ganga við at granska framsýningarnar, sita og tekna og gera dagdvøljur og fáa sær ein ókeypis drekkamunn. Í fjør vóru 3500 vitjandi teir 5 dagarnar í heystfrítíðini.
Nógv tiltøk eru á søvnunum so sum:
Á Náttúrugripasavninum greiða jarðfrøðingar og lívfrøðingar frá, og søgur verða lisnar upp.
Á Sjósavninum verður fiskur skorin upp eina ferð um dagin, og møguleiki er at fiska krabbar og kappast um at kenna fiskasløg.
Á Fornminnissavninum fara serfrøïngar at greiða frá, serligar luktupplivingar vera, og sum naka heilt nýtt verður fyri fyrstu ferð høvi at royna lurtitól við ljóðvegleiðingum til framsýningarnar.
Á Listasavninum verður teknikapping og gongutúrur runt um savnið við listalærarar.
Aftan á heystfrítíðina eiga skúlarnir søvnini, og lærarar hava bílagt sær pláss til sínar flokkar at koma á savnsvitjan, har teir gera uppgávur og fáa vegleiðing frá savnslærarunum. Fullteknað er aftur í ár, og hesferð eru aftur 5., 6. og 7. flokkarnir, sum eru bodnir til savnsfagnað.
Savnsfagnaður í Miðbýnum:
Savnsfagnaður í Miðlahúsinum: Mentanartiltøkini Vísindi og list ? ein heild Hvørt kvøld kl. 19.30
Sjósavnið 11. oktober:
Fyrilestur 1: Una Matras greiðir frá um greinsking av kúfiski - longst livandi djórið í heiminum.
Tónleikaløta: Kim Kristensen spælir elektroniskan tónleik við
íblástri úr av havinum
Fyrilestur 2: Helgi Winther Olsen greiðir frá um undirvatnsmyndatøku og innsavning av smádjórum. Hann vísir eisini myndir.
Listasavnið 12. oktober: Fyrilestur 1: Malan Marnersdóttir heldur fyrilesturin: Hví varð Listasavnið til?
Tónleikaløta: Kristian Blak og Angelika Nielsen spæla, meðan Janus á Húsagarði teknar afturvið.
Fyrilestur 2: Ole Wich heldur fyrilesturin: Víðkar listin Føroyar?
2
Náttúrugripasavnið 13. oktober: Fyrilestur 1: Dorete Bloch hevur fyrilestur um silvurfiskar og steinrenningar.
Tónleikaløta: Leivur Thomsen.
Fyrilestur 2: Uni Árting heldur fyrilestur um eldgosið í Eyðafjallajøkli.
Fornminnissavnið 14. oktober: Fyrilestur 1: Erland Viberg Joensen heldur fyrilesturin: Maðurin og báturin. Gripirnir hjá bátasmiðinum Niklas í Koltri. Um savnsarbeiði: innsavning, skráseting og framsýning.
Tónleikaløta: Angelika Nielsen, Rebekka Blak, Sharon Weiss og Ívar Bærentsen spæla tónleik frá nótabókini hjá Svabo.
Fyrilestur 2: Helgi D. Michelsen: Seinasta nýggja frá fornfrøðini í Koltri.
Felagskvøld 15. oktober: Vinnarar av Savnsfagnaðarkappingunum verða heiðraðir.
Tónleikaløta: Hanus G. Johansen.
Almenn savnsfagnaðarquiz.
Savnsfagnaður í Tutl:
Hvønn dag kl. 16.30
Mánadagin 11. oktober: Kim Kristensen spælir elektroniskan tónleik við íblástri av havinum.
Týsdagin 12. oktober: Kristian Blak og Angelika Nielsen spæla, meðan Janus á Húsagarði teknar afturvið.
Mikudagin 13. oktober: Børn úr Frískúlanum í Havn syngja og spæla náttúrusangir.
Hósdagin 14. oktober: Tónleikur: Angelika Nielsen, Rebekka Blak, Sharon Weiss og Ívar Bærentsen spæla tónleik frá nótabókini hjá Svabo.
Fríggjadagin 15. oktober: Navn kemur seinni
Savnsfagnaðarútferð
Eldgos, bjørg og hav við Gjógv
Savnsfagnaðurin bjóðar ferð til Gjáar. Her uppliva vit farvegin eftir eldgosunum, sum bygdu upp Føroyar. Lis Mortensen fer at vísa, hvussu Føroyar broyttust frá at vera ein ovurstórur slætti til eitt pinkalítið, fjallaríkt oyggjaland. Komin til Gjáar steðga vit á við gjónna, meðan Asfinn Sigvardsen greiðir frá Gjáarsøgum. Vit sleppa at síga í berginum, ganga á línu, síggja sermerktu jarðfrøðina og spæla alskyns spøl. Herfrá gongur leiðin niðan á Gjáargarð, har vit fáa ein heitan drekkamunn. Absalon Eysturoy vísir myndir frá, tá teir kluvu upp á Búgvan.
Jarðfeingi, Gjáargarður og Kunningarstovan í Havn skipa fyri útferðini. Bílegging á Kunningarstovuni í Havn. Bussur fer frá farstøðini í Havn sunnudagin 10. oktober kl. 13.30 og verður aftur í Havn kl 18.30. Prísur fyri vaksin kr. 150,-, børn kr. 75,-.
Fyriskiparar av Savnsfagnaðinum:
Jarðfeingi, Náttúrugripasavnið, Sjósavnið, Listasavnið, Fornminnissavnið, Skúlabókagrunnurin og Landsmiðstøðin. Samskipari er Rakel Helmsdal.
Hesi stuðla tiltakinum:
Tutl, Miðlahúsið, Elding, Rit&Rák, H.N.Jacobsens Bókhandil, Bókadeildin, City.