Tað er av fagrasta veðri kring landið, og á Vágseiði er lagið í topp.
Bæði besta og næstbesta liðið hjá FC Suðuroy eru flutt upp.
FC Suðuroy í 2. deild átti í dag heimavøll ímóti næstbesta liðnum hjá 07 Vestur, sum er á veg til hús við 6-0 tapi. Venjari hjá FC Suðuroy í 2. deild er Pól Thorsteinsson. Dysturin ímóti 07 Vestur í dag var tann síðsti á heimavølli í ár hjá besta liðnum hjá FC Suðuroy. Síðsti dysturin í ár verður um eina viku, tá ið mótstøðuliðið á útivølli verður næstbesta liðið hjá FC Hoyvík.
Teir fyrstu ellivu í dag vóru
Rasmus Osen, Bjartmar Holm, Jákup Tawfik Joensen, Valerian Iobashvili, Jimmy Abdul, Alexander Holm Kilgour, Hans Fríður Müller, Teit Hjelm, Pætur Augustinussen, Fríði Holm og Gunnar Andreasen.
Á beinkinum vóru Janus Augustinussen, Owusu Emmanuel Andorful, Jónas Toftum, Frans á Løgmansbø, Eli Jónsson Lisberg og Heini Augustinussen.
Málskjúttar í 6-0 heimasigrinum í dag vóru Alexander Holm Kilgour (3), Fríði Holm (2) og Teit Hjelm (1).
RÆTTING
Fleiri keldur úr Vági gera vart við, at kappingarárið varð liðugt í dag. FC Hoyvík er farið úr kappingini, og tí verður eingin dystur næsta leygardag, sum tað annars stendur í skránni. Vit biðja lesaran halda okkum til góða.