Fair-Play

Hóast tapið, so sýndi ísraelska liðið ein framúr ítróttaranda, tá tær ferðast aftur til gistingarhúsið saman við føroyska liðnum

Andalo, Italia: Eitt, sum serkennir fyrireikingarnar til dystirnar her í Challenge-Trophy kappingini er, at mótstøðuliðini til ymsu dystirnar ferðast í sama bussi til og frá kappingini.
Onkur hevur havt á munni, at tað tykist eitt sindur margháttligt, at ferðast skal soleiðis, men ivaleyst er hetta einamest gjørt av praktiskum ávum, nú øll liðini kortini halda til í Andalo, nakað uttan fyri Mezzocorona.
Tað er tó einki dulsmál, at úrslitini av dystunum kunnu ávirka, hvussu hugurin er at ferðast heimaftur saman, og eitt nú kundu føroysku kvinnurnar mikudagin staðfesta, at belgiska liðið als ikki kom við í bussinum, tá koyrast skuldi aftur á hotellið.
Ljódlig bussferð
Nú høvdu tær belgisku kanska ikki so øgiliga nógv at vera misnøgdar um, tí tann dystin var í øllum førum greiður munur á liðunum báðum.
So var øðrvísi við Ísrael, sum altso varð knógvað við einum máli, men hetta tóktist tó ikki merkja lagið í hópinum, tá tær komu í bussin. Allan vegin niðan gjøgnum kringlutu fjallavegirnar, rómaði sangurin í bussinum, har føroyska og ísraelska liðið royndu at yvirdoyva hvørtannað.
Sanniliga var hetta fair-play í orðsins rætta týdningi, og eisini undir náttúranum, fingu vit enn eitt dømi um hetta. Ísraelski venjarin kom nevnliga brádliga yvir til føroyska borðið og takkaði okkara fyri ein framúr góðan hondbóltsdyst, áðrenn hann gav Flemming Raben ein vimpul úr sínum felagi sum eitt lítið minni um dystin.