14 fakfeløg heita á SEV og kommunurnar, sum eiga SEV um at hugsa um løntakaran, áðrenn streymprísurin verður hækkaður. Tey 14 fakfeløgini senda hesi boð til SEV og kommunurnar:
»Áheitan á SEV og kommunurnar, ið eiga SEV
Undirritaðu feløg skulu við hesum heita á tykkum um at taka støðuna hjá føroyska løntakaranum í størsta álvara, og at gera tykkara til, at halda aftur við at leggja eykagjøld fyri streym á húsarhaldini.
15 oyru pr. kilowatttíma er rættuliga nógv hjá einari miðal føroyskari familju at rinda eyka, sum støðan er í samfelagnum.
Vit skulu tí við hesum heita á tykkum, sum varða av SEV, um at endurskoða fíggjarætlanina fyri 2011 og tálma útreiðslurnar og tillaga rakstur og íløguætlan, heldur enn at hækka prísin.
Tá útlitini eru ring ella ótrygg, noyðast húsarhaldini at repað seglini. Tað gera tey millum annað við at bíða við at gera íløgur og við at leingja afturgjaldstíðina fyri lán. Tað átti at verið so sjálvsagt, at SEV ger tað sama, heldur enn bara at senda rokningina víðari, samstundis sum fólk í hópatali verða send út í arbeiðsloysi.
Vanligi lønmóttakarin í føroyska samfelagnum klárar ikki fleiri eykagjøld, og enn minni tey, ið einans hava ALS at dúga uppá.
Fakfelgssamstarvið:
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Pedagogfelag
Føroya Lærarafelag
Starvsmannafelagið
Sjúkrarøktarafelagið
Samtak:
Havnar Arbeiðsmannafelag
Føroya Arbeiðarafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Handverkarafelag
Landsfelag Handverkaranna
Heilsuhjálparafelag Føroya
Skipara og Navigatørfelag«