Fakfeløg krevja av løgmanni, at hann fær greiðu á viðurskiftunum á Landsverkfrøðinginum beinanvegin

Starvsmannafelagið, Verkfrøðingafelagið og Byggifrøðingafelagið hava skrivað løgmanni opið bræv

Opið bræv til Anfinn Kallsberg, løgmann


»Tann 22. desember kom alment fram í Útvarpinum at Landsverkfrøðingurin og Strandferðslan skuldu leggjast saman, og at hetta fór at hava við sær umfatandi broytingar.


Tann 23. desember boðar Starvsmannafelagið í skrivi landsstýrismanninum Finnboga Arge frá, at hesar ætlanir, um tær verða settar í verk, eru greið brot á sáttmálan.


Tann 28. desember varð Landsverkfrøðingurin uppsagdur við teirri grundgeving, at stovnarnir báðir skuldu leggjast saman. Seinni sama dag boðar landsstýrismaðurin starvsfólkunum á Landsverkfrøðinginum frá hesum, og fyrsta stigið í hesi samanlegging er, at starvið sum Landsverkfrø-ingur verður niðurlagt. Somuleiðis boðar hann frá, at hann hevði valt, at ikki hevði valt, ikki at boða starvsfólkunum frá ætlanunum, áðrenn tær vóru settar í verkø.


landsstýrismaðurin hevur vátta-, at hann hevði fingið og lisið skrivið frá Starvsmannafelagnum áðrenn hann gav starvsfólkunum hesa fráboðan.


Á fundi tann 29. desember við álitisfólk á Landsverkfrøðinginum, umboð fyri nevndirnar í Starvsmannafelagnum og Verkfrøðingafelagnum boðaði landsstýrismaðurin frá, at orsøkin til alt rumblið var, at Henning Jacobsen ikki hevði fylgt boðunum um, at onki skuldi koma fram um, at stovnarnir skuldu leggjast saman.


Í tíðindunum 31. desember á middegi boðar landsstýrismaðurin síðani frá, at einasta sum hent er, er at ein stonvsleiðari er frákoyrdur.


Var talan um uppsøgn, eru heilt greiðar reglar í tænastumannalógini um, hvussu tað skal ganga fyri szeg. Tær reglur eru ikki fylgdar, harafturímóti er grundgevingin, at stovnarnir skulu leggjast saman og at stovnarnir skulu leggjast saman og at hetta er liður í eini bygnaðarbroyting. Tá talan er um avgerandi broytingar á almennum stovnum sigur sáttmáli greitt í grein 2 stk 1 og 2, at starvsfólk skulu hava boð um hetta í góðari tíð. Tað er tí einki ivamál um, at Vinnumálastýrið enn einaferð hevur framt sáttmálabrot.


Á fundi við starvsfólkini á Landsverkfrøðinginum greiddi Finnbogi Arge frá, at um nakar ivaðist, so skuldi hann vissa fólk um, at hansara politiska bakland var í lagi.


Fólkaflokkurin hevur síðani boðað frá, at um talan bert er um at koyra ein stovnsleiðara frá, taka teir ikki undir við ætlanini.


Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava seinni boðað frá, at teir ikki taka undir við ætlanini.


Tað má verða púra greitt, at gongdin í hesum máli hevur ført við sær, at vit fullkomiliga hava mist álitið á Vinnumálastýrið. Framferðin er grovg sáttmálabrot og tað nyttar lítið fyrst at bróta sáttmálan, fyri síðani at lova at fylgja honum.


Fyri okkum er tað eisini nýtt, at Vinnumálastýrið kennir sáttmálan. Vit minna á, at hetta bert er eitt av fleiri brotum. Sum dømi varð Menningarstovan niðurløgd eftir einum degi.


Úrslitið av øllum hesum er, at ikki bara skal Landsverkførðinguroin sum heiti er niðurlagdur, men at stovnurin sum heild er syndraður. Tað undrar okkum stórliga, at tú letur tær lynda, at orðaði starvsfólkapolitikkurin sum tín egna skrivstova roynir at seta í verk, fullkomiliga verður brotin.


Vit kunnu undir hesum mustøðum ikki garantera fyri friði á stovninum, og krevja tí av tær sum ovasta starvsfólkaleiðara í landinum, at tú fært greiðu áhesum máli beinanvegin. Hetta skal vera gjørt eftir sáttmálunum t. v. s. í tøttum samstarvi við starvsfólk og viðkomandi fakfeløg.«


Tórshavn 3. januar 1999-01-03

Starvsmannafelagið


Gunnleivur Dalsgarð


Verkfrø-ingafelag Føroya


Símin Hammer


Byggifrøðingafelagið


Dánial Syderbø