Í yvirlýsingini siga umboðini fyri feløgini, Vár í Gong, Ása Olsen, Jóhanna Køtlum og Bente Kjær:
Nú støðan á Heilsuskúla Føroya er blivin ótolandi bæði fyri næmingar og lærarar, vilja vit á hendan hátt vísa okkara ónøgd við, at Mentamálaráðið ikki tekur støðuna í álvara.
Skúlin hevur alt 2007 havt stórar trupulleikar, og sjálvt um arbeiðspsykologur hevur verið inni í málinum , er ongin loysn at hóma.
At 7 lærarar av 11 eru sjúkrameldaðir orsaka av sálarliga arbeiðsumhvørvinum vísir, at støðan er farin út av kós, og er tað átaluvert, at ein kann koma í eina tílíka støðu í dag. Vit skulu minnast til hvat slag av útbúgvingum skúlin bjóðar.
Tey, ið eru eftir á skúlanum eru deildarleiðarin og tveir fólkaskúlalærarar, og er nú øll útbúgvingin í vanda.
Størsti trupulleikin er, at ein er við at ofra tvær útbúgvingar, ið eru alneyðugar fyri alt føroyska samfelagið heldur enn at taka neyðug stig til at loysa trupulleikan.
Tann størsti taparin í hesum óhugnaliga spæli eru teir næmingar, ið hava sett alt annað til síðis fyri at fara undir hesar útbúgvingar, men sum nú vísa seg at detta á gólvið, um ongin grípur inn.