Fakfeløgini samstarva um stríðið í Kringvarpinum

Starvsmannafelagið og Føroyska Miðlafólk eru i felag farin undir at viðgera málið um ætlaðu uppsøgnina av tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum

Sum vit skrivaðu á Portalinum í gjár er málið um ætlaðu uppsøgnina av tíðindaleiðaranum í Kringvarpi Føroya ein fakfelagslig fløkja. Starvsøkið hjá leiðaranum hoyra undir Starvsmannafelagið, og hann er løntur eftir sáttmálanum hjá Starvmannafelagnum. Men maðurin er limur í felagnum Føroysk Miðlafólk.

- Tað er tó eingin trupulleiki, tí feløgini arbeiða sera væl saman, og vit hava sett okkum fyri at viðgera málið í felag, sigur Súni Selfoss, næstformaður í Starvsmannafelagnum.

Hann undrast eisini yvir mannagongdina hjá stjóranum, tí vanlig mannagongd í sambandi við uppsøgn er, at fyrst kemur ein munnlig ávaring, harnæst ein skrivlig, og so kemur ætlanarskrivið. Í hesum førinum kom eingin ávaring, áðrenn sjálvt ætlanarskrivið kom.

Starvsmannafelagið hevur ikki havt møguleika til at gera viðmerkingar til málið, tí felagið fekk ikki málið til hoyringar fyrr enn týsdagin og hevur so freist til 22. januar at svara. Tað merkir, at hoyringsfreistin er longd, tí upprunaliga var freistin úti týsdagin.