Tað skriva tey í skrivi, tey hava sent fjølmiðlunum í morgun.
Feløgini heita á tinglimir um at hækka orkuískoytið til 12.000 kr ella 1000 kr um mánaðin, og at útgjalda ískoytið loypandi. Eisini vísa feløgini á, at inntøkumørkini fyri, hvør kann søkja og fáa eiga at broytast til eina arbeiðaraløn fyri ein stakan og tvær arbeiðaralønir um talan er um tvey ella fleiri vaksin í húsarhaldinum.
– Undirritaðu feløg hava skrivað til allar løgtingslimir og vóna, at hetta verður gjørt, tí nógv eru í dag, sum hava ringt við at fáa endarnar at røkka, og ætlaðu avgjøld í 2024 betra ikki um støðuna, siga tey í skrivinum.
Fyri ávísar lønarbólkar hevur tíðin við ógvusligum prísvøkstri seinastu árini verið ógvuliga tung, siga feløgini, tí lutfalsliga stórur partur av inntøkuni fer til vørur, sum merktu mestan prísvøkstur.
– Hóast prísvøksturin ikki er eins høgur nú og hann var, tá ið mesti prísvøkstur var, merkir hetta ikki, at prísirnir eru lækkaðir, tí tað er framvegis prísvøkstur bæði í Føroyum og úti í heimi sum heild – hetta vísa nýggjastu tølini frá OECD nú í desembur eisini, skriva feløgini.
– Verður orkuískoytið betrað og broytt, fer hetta at skapa ein lætta hjá nøkrum, sum annars ikki hava fingið tað stóra, men sum merkja prískostnaðin og møgulig avgjøld lutfalsliga hart. Kostnaðurin av hesum er mettur til 7 milliónir krónur í mun til uppskotið, sum tað fyriliggur nú, skriva tey.
Skivað undir áheitina hava:
Georg F. Hansen, Føroya Arbeiðarafelag
Jan Højgaard, Føroya Fiskimannafelag
Heri Reynheim, Havnar Arbeiðarafelag
Jastrid Niclasen, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Absalon Hansen, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Sonja Jógvansdóttir, Samtak