Fakta: Hetta kanst tú deila á Facebook

Facebook hevur í dag almannakunngjørt reglur fyri, hvat ein kann deila

Tað skal verða lættari at skilja reglurnar hjá Facebook fyri, hvat ein kann deila og ikki. Tað sigur Facebook, sum í dag hevur almannakunngjørt greiðar reglur fyri miðilin. Tey seta eitt nú reglur fyri, nær ein mynd er ov nakin ella nær ein tekstur er ov grovur.



Her er eitt yvirlit yvir nakrar høvuðstættir í nýggju reglunum.



Reglur fyri luting av harðskapi:

- Tú mást ikki hótta um harðskap

- Vandamiklir persónar og felagsskapir mugu ikki vera á Facebook. Forboðið er millum annað galdandi fyri yvirgangsfelagsskapir.

- At marknaðarføra ella almannakunngera harðskap er ikki loyvt.

- Tú mást ikki tosa jaligt um skaðiligan atburð, eitt nú at eggja til dystin millum djór.

- Tú mást ikki selja ella lýsa fyri rúsevnum, men tú kanst gott fyri rúsdrekka og tubakki.

 

 

 

Trygd:

- Dagføringar, sum eggja til sjálvmorð ella at skaða seg sjálvan, eru ikki loyvdar. Tó kunnu undantøk vera, eitt nú um talan er um tíðindaflutning.

- Dagføringar við barnaporno ella naknum børnum eru ikki loyvdar.

-Tað er ikki loyvt at gera dagføringar, sum samskipa prostitutión.

- Facebook vil sláa hart niður á happing, eitt nú er ikki loyvt at gera kappingar, har fólk verða mett á einum stiga út frá ymiskum atlitum, so sum útsjónd.

- Tú mást ikki gera dagføringar, sum avdúka persónsnummar hjá fólki.

 

 

 

Ritzau