Arbeiðið at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap byrjaði av álvara 8. mai í fjør, tá arbeiðsbólkur við embætisfólki úr Fiskimálaráðnum varð settur at ganga ígjøgnum alla lóggávuna og koma við uppskoti um grundleggjandi broytingar á at kalla øllum økjum. Bólkurin lat úr hondum eina rímuliga yvirskipaða frágreiðing, sum var grundarlag undir aðalorðaskiftinum um fiskivinnupolitikk í løgtinginum fyrst í desember. Síðani tá er arbeiðið spískað til, og mest ítøkiliga úrslit higartil kom mánadagin, tá landsstýrismaðurin legði upprit til eina nýggja fiskivinnulóggávu á borðið til landsstýrisfund. Høvuðspunktini í nýggja fiskivinnupolitikkinum, eru sambært uppritinum hesi:
Um gildistíð:
”Mítt uppskot er, at einki áramál verður sett á fiskirættindini, men at landið kann siga fiskirættindini upp við sjey til níggju ára varningi… Endamálið við uppskotinum er at geva vinnuni tryggar karmar, í hvussu so er sjey til níggju ár fram í tíð, og við hesum at tryggja, at rætturin til veiðiloyvi og fiskidagar ella egnar kvotur ikki kann takast frá eigaranum av fiskifarinum við styttri freist enn sjey til níggju ár. Viðmerkjast skal, at um rætturin skal takast frá eigarum av fiskiførum, áðrenn sjey til níggju ára skeiðið er runnið, kann talan blíva um ognartøku.”
Um tilfeingisgjald:
”Eg skjóti upp, at eigarar av fiskiførum størri enn 15 tons rinda eitt tilfeingisgjald, ið verður sett sum eitt krónugjald fyri hvønn fiskidag og fyri hvørt kilo toskavirði av kvotu, sum verða útlutað. Gjaldið skal ásetast eftir fíggjarligu gongdini í teimum einstøku bólkunum. Gjaldið skal taka støði í samlaða rakstrinum hjá skipunum í teimum ávísu bólkunum, tað vil siga úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar, við frádrátti fyri einum roknaðum avkasti av ognunum… Við hesum er ætlanin m.a. at leggja upp fyri, at peningur ikki kann bókast út úr felagnum, áðrenn úrslit áðrenn skatt, ið ikki er óvanligt í skattaroknskapum.”
Um útlendingar
Sjálvur haldi eg, at eingin útlendingur skal kunna eiga í ella hava avgerðarrætt ella ávirkan í feløgum, sum eiga føroysk fiskiskip. Tí ætli eg mær at skjóta upp, at kravið frameftir verður, at feløg ella einstaklingar, sum eiga fiskifar undir føroyskum flaggi skulu vera heimahoyrandi, skrásett og hava høvuðssæti í Føroyum… Her skal viðmerkjast, at broytingarnar helst ikki koma at ávirka íslendskar ríkisborgarar, sum eiga í ella ætla at leggja pengar í føroysk fiskifør, tí í Hoyvíkssáttmálanum hava partarnir bundið seg til ikki at seta í verk nýggjar skipanir, ið gera mun á føroyskum og íslendskum borgarum.”
Um ogn Føroya fólks:
”Í uppskotinum til eina endurskoðaða fiskivinnulóg er ætlanin at seta orðingina ogn landsins í staðin fyri ogn Føroya fólks. Nýggja orðingin inniheldur sum so ikki annan týdning enn tann gamla, men er ein roynd at neyvlýsa týdningin, soleiðis at sleppast kann undan tí stóra orðadráttinum um hesa áseting… Dentur skal leggjast á, at rætturin at fiska er ikki privatur ognarrættur, men ein brúksrættur.”
Um umsetiligheit:
”Egnar kvotur kunnu avhendast øllum øðrum fiskiførum við veiðiloyvi. Eftir hesum kann ein flakatrolari ella uppsjóvarskip avhenda kvotu til t.d. ein ísfiskatrolara ella línuskip… Fiskidagar kunnu avhendast øllum øðrum fiskiførum við veiðiloyvi. Fiskiloyvi, ið geva atgongd til at fiska av felagskvotu, felagskvotu við hámarki, felags fiskidøgum ella øðrum fiskiskapi, kunnu avhendast… Reglurnar um, at tað ikki ber til at flyta dagar frá húki til trol og øvugt, og tvørtur um 110-tons, verða framhaldandi galdandi.
Um brúksskyldu:
Eg fari at umhugsa at skjóta upp, at tá fiskirættindi (veiðiloyvi) ikki verða brúkt í longri áramál, t.d. tvey ár, so fellur rætturin aftur til landið og gerst atkomuligur hjá øðrum.
Um útblaking:
”Í hesum sambandi ætli eg mær at gera uppskot til reglur um, at ólóglig veiða eisini skal førast til lands. Hetta kann vera hjáveiða, ungfiskur, undirmátsfiskur o.s.fr. Eitt gjald verður lagt á slíka veiðu, so at veiðan ikki kann avreiðast til fullan marknaðarprís.
Um avreiðing:
Ætlanin er, at føroysk fiskiskip framvegis skulu kunna avreiða upp til 25 prosent av veiðuni uttanlands og at restin av veiðuni skal avreiðast í Føroyum. Eg fari at skjóta upp, at uppboðssølukravið verður strikað… Grundin til at strika uppboðssølukravið er m.a. at hetta kravið avmarkar møguleikarnar fyri eini optimering av virðisketuni, og at tað samanumtikið førir við sær lægri prís fyri vøruna.”