Tailand og Kambodja hava bæði boðað frá samanbrestum millum sínar hermenn við felags markið millum londini.
Les um 100 ára gomlu ósemjuna millum londini her:
* Tailand og Kambodja hava eitt 817 kilometrar langt mark.
* Markið varð kortlagt av Fraklandi í 1907, tá Kambodja var franskt hjáland. Tailand noktaði seinni at góðtaka hesa kortlegging.
* Í 2000 fór ein nevnd at arbeiða við at áseta markið, men tað gjørdi ikki stórvegis framstig.
* Krøv um ognarrætt til søgulig støð sum tempul hava økt um spenningin við tíðini.
* Í 2003 settu uppreistrarmenn eld á tailendsku sendistovuna og tailendskar fyritøkur í høvuðsstaðnum í Kambodja, Phnom Penh.
* Hetta hendi eftir at ein kendur tailendskur persónur eftir øllum at døma setti spurnartekin við, um templið í Angkor Wat, sum er heimsarvur hjá UNESCO, var kambodjanskt.
* Preah Vihear-templið hevur verið kjarnin í ósemjuni í áratíggju. Bæði londini siga seg eiga templið, síðani tað varð bygt í 12. øld.
* Altjóða dómstólurin (ICJ) í Haag í Niðurlondum gav Kambodja templið í 1962, men Tailand krevur framvegis jørðina rundan um.
* Spenningurin øktust í 2008, og í fleiri ár vóru javnan samanbrestir. Í minsta lagi tíggju fólk doyðu undir einum vikulangum stríði í 2011.
* Tvey ár seinni bað Kambodja ICJ um eina nýggja tulking av úrskurðinum frá 1962.
* Aftur her fekk Kambodja rætt í, at templið var teirra, og hesaferð var tað eisini galdandi fyri økið rundan um. Tailendskir hermenn fingu boð um at fara úr økinum.
* Hóast londini bæði hava havt marknaósemju, hava núverandi stjórnir varðveitt tætt samband. Men nýggj rák eru komin fram seinastu tíðina.
* Tjóðskaparkenslan hevur breitt seg í Teilandi, eftir at ein bólkur av konservativum í fjør setti spurnartekin við ætlanina hjá stjórnini um at samráðast við Kambodja um felags leiting eftir orkutilfeingi í frálandaøkjum.
* Teir hildu, at tað kundi kosta Tailandi oynna Ko Kut í Tailandsflógvanum.
* Í februar sang ein hópur av kambodjanum tjóðsangin hjá landi sínum í einum fornum hinduistiskum templi, Ta Moan Thom, sum londini bæði siga seg hava. Hesum steðgaði tailendskir hermenn.
* Tailenska stjórnin hevur sagt, at hon hevur raðfest eina friðarliag loysn á ósemjunum. Herurin í landinum hevur harafturímóti hert orðavalið.
* Tann 28. mai í ár var vápnaður samanbrestur, har ein kambodjanskur hermaður varð dripin.
* Síðani lovaðu bæði londini skjótt at linka um spenningin, forða fyri fleiri ósemjum og binda seg til frið og verja fullveldið hjá báðum londum.
* Herurin hjá báðum londunum dubbaði seg samstundis fram við markinum, og tað elvdi til stúran.
* Tann 16. juli fingu tríggir tailendskir hermenn skaða, tá landminur brustu tailendsku megin markið. Tailand ákærdi Kambodja fyri at hava lagt landminur har.
Kelda: Reuters.
/Ritzau/