Eitt flogfar við 242 fólkum umborð datt í morgun niður í býnum Ahmedabad í vesturpartinum av India, tá tað var á veg til London Myndir: Amit Dave/Reuters/Ritzau Scanpix

FAKTA: Seinastu tíggju árini hava fleiri álvarsligar flogvanlukkur verið

Ein flogvanlukka í India er ein tann ringasta av sínum slag í nógv ár. Fá hava yvirlit her.

Eitt flogfar við 242 fólkum umborð datt í morgun niður í býnum Ahmedabad í vesturpartinum av India, tá tað var á veg til London Myndir: Amit Dave/Reuters/Ritzau Scanpix

Eitt flogfar við 242 fólkum umborð datt í dag niður í býnum Ahmedabad í vesturpartinum av India, tá tað var á veg til London.

Tað upplýsir suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap.

Her kanst tú lesa um nakrar av teimum mest deyðiligu flogvanlukkunum seinastu tíggju árini:

* 12. juni 2025: Eitt flogfar hjá Air India datt niður í indiska býnum Ahmedabad. 242 fólk eru umborð. Fleiri enn 200 eru deyð.

* 29. januar 2025: Eitt ferðafólkaflogfar hjá American Airlines rennur saman við eina hernaðartyrlu nærhendis Washington D.C. 67 ferðafólk doyggja.

* 29. desember 2024: Eitt flogfar datt niður á suðurkoreanska flogvøllinum í Muan. 181 fólk eru umborð, og 179 lata lív.

* 25. desember 2024: Eitt flogfar hjá aserbadjanska flogfelagnum datt niður í Kasakstan. 38 av 67 fólkum umborð doyggja í vanlukkuni.

##med2##

* 9. august 2024: Eitt flogfar datt niður norðan fyri brasilska býin São Paulo. 62 fólk - 58 ferðafólk og fýra manningarlimir - doyggja.

* 15. januar 2023: Eitt flogfar hjá Yeti Airlines datt niður í Nepal eftir at tað var farið avstað úr høvuðsstaðnum í Nepal, Katmandu. Øll 72 fólkini umborð á flogfarinum doyggja.

* 21. mars 2022: Eitt flogfar hjá China Eastern Airlines datt niður í landsynningspartinum av Kina við 132 fólkum umborð. Øll doyggja.

* 22. mai 2020: Eitt flogfar hjá pakistanska altjóða flogfelagnum datt niður í einum bústaðarøki í Karachi í Suðurpakistan. Næstan 100 fólk doyggja.

* 8. januar 2020: Eitt flogfar hjá Ukraina International Airlines verður skotið niður nærhendis iranska høvuðsstaðnum, Teheran, og 176 fólk doyggja. Iransku loftferðslumyndugleikarnir koma seinni til ta niðurstøðu, at flogfarið varð skotið niður av misgáum.

* 10. mars 2019: Eitt flogfar hjá Ethiopian Airlines datt niður stutt eftir at farið var úr kenjanska høvuðsstaðnum, Nairobi. 157 fólk doyggja.

Vanlukkan hendi við einum Boeing 737 MAX 8 flogfari. Talan er um sama slag av flogfari, sum datt niður í vanlukkuni niðanfyri í Indonesia.

* 29. oktober 2018: Eitt flogfar frá indonesiska lágprísflogfelagnum Lion Air, sum var á veg til Pangkal Pingar á Sumatra, dettur niður í Indonesia stutt eftir fráferð. Øll 189 fólkini umborð doyggja.

* 18. mai 2018: Eitt Cubana-flogfar datt niður nærhendis altjóða flogvøllinum í Havana á Kuba. Ein persónur yvirlivir, meðan 112 fólk doyggja.

* 31. oktober 2015: 224 fólk doyggja, tá eitt Airbus A321 frá russiska flogfelagnum Metrojet datt niður á veg úr Sharm el-Sheikh í Egyptalandi til Sankta Pætursborg í Russlandi.

* 24. mars 2015: Eitt flogfar hjá Germanwings úr Barcelona til Düsseldorf datt niður í eina fjallasíðu í Fraklandi. Øll 150 fólkini umborð á Airbussinum eru deyð. Tað var ein sálarsjúkur flogskipari, sum tilvitað fleyg inn í fjallasíðuna.

Keldur: BBC, Reuters og ABC Tíðindi.

/Ritzau/

##med3##

##med4##