FAKTA: Soleiðis er uppgávan hjá franska tjóðartinginum

Frankar velja í dag a fyrra umfari til Tjóðartingið.

 

Frankaríki fekk nýggjan forseta í maimánaði, og í dag skulu frankar aftur seta kross. Hesaferð er tað fyrra umfar av valinum til landsins tjóðarting.

 

Men hvør er í veruleikanum uppgávan hjá tjóðartinginum? Her kemur eitt lítið innlit í franskan politikk:

 

– Parlamentið

Tvey kømur, Tjóðartingið og Senatið, eru tilsamans franska parlamentið.

 

Limir í báðum kømrum skulu atkvøða fyri lógaruppskotum frá stjórnini, fyri at tey skulu kunnast setast í gildi.

 

Tjóðartingið hevur størri týdning av teimum báðum. Limirnir, eisini kallaðir députés, verða valdir fimta hvørt ár í tveimum umførum, stutt eftir forsetavalið.

 

Hesaferð eru valini í dag 11. juni og næsta sunnudag, 18. juni. Í løtuni eru 577 députés, og Sosialistaflokkurin hevur meirilutan.

 

Limirnir í Senatinum verða valdir av grand électeurs, sum eru borgarstjórar og aðrir lokalpolitikarar.

 

Senatorarnir verða valdir fyri seks ár í senn, men val er triðja hvørt ár. Tá verður ein triðingur valdur av teimum 348 limunum. Høgravongurin hevur meirilutan nú.

 

– Forsetin

Forsetin er ríkisyvirhøvur í Frankaríki, eins og Margreta Drotning er tað í Danmark. Tað er hann, sum leggur tilrættis politikkin saman við stjórini.

 

Síðani mai hevur miðpolitikarin Emmanuel Macron verið forseti.

 

Forsetin verður valdur fyri fimm ár í senn og kann sita tvey valskeið.

 

– Forsætisráðharrin:

 

Tað er forsetin, sum velur forsætisráðharran. Hesin skal tó góðkennast av einum meiriluta í Tjóðartinginum.

 

Forsætisráðharrin hevur sum uppgávu at skipa stjórn. Í verki verður tað tó gjørt saman við forsætisráðharranum – uttan so, at teir eru úr hvør sínum politiskum veingi.

 

Forsetin skal harumframt góðkenna ráðharrarnar.

 

– Stjórnin:

 

Franska stjórnin, eisini nevnd Conseil des ministres, er undir leiðslu forsætisráðharrans.

 

Ráðharrarnir hava vald til at avgera politikk. Samstundis eru tað teir, sum koma við lógaruppskotum í tinginum.

 

Keldur: The Telegraph, Le Monde

/ritzau/