Fakta um Málstevnunevndina

Løgtingið samtykti í 2004 at heita á landsstýrið um at seta eina nevnd av málkønum fólki at gera eina frágreiðing um støðuna hjá føroyskum máli. Henda frágreiðing skal vera grundarlag undir eini viðgerð í tinginum og undir einari politiskari støðutakan til ein almennan føroyskan málpolitikk.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, setti nevndina í marsmánaði í ár og gav henni heitið, Málstevnunevndin. Teir 9 nevndarlimirnir, sum manna Málstevnunevndina eru:

Árni Dahl, læraraskúlalektari, formaður
Eivind Weyhe, lektari í málfrøði
Katrin M. Næs, cand.mag., ph.d. lesandi í málfrøði
Ann Ellefsen, cand. mag., studentaskúlalærari
Sólvá Jónsdóttir, M.A. í føroyskum, lærugreinaráðgevi
Hanna Jensen, M.A. lesandi í málfrøði, studentaskúlalærari
Jonhard Mikkelsen, cand. mag. læraraskúlalektari
Paulivar Andreasen, lærari
Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari

Aftrat nevndini er knýttur fakligur skrivari. Skrivarauppgávan er skipað í eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv, og skrivstovuhaldið verður í Mentamálaráðnum. Mentamálaráðið hevur sett John Dalsgarð, M.A. í miðaldarfrøði og cand. phil. lesandi í føroyskum, at røkja skrivarastarvið.