Limirnir í Týr vóru fyrstu tíðina allir útisetar í Keypmannahavn, men síðan tá er bassleikarin Gunnar Thomsen fluttur aftur til Føroya. Basin hjá bólkinum er tó enn í venjingarkjallaranum á Oyrasundskollegienum.
Týr spælir harðan rocktónleik við íblastri úr klassiskum- og fólkatónleiki, serliga úr føroyskum kvæða- og táttasiðinum. Orðafarið snýr seg einamest um víkingatíðina og nakrar av teimum hendingum, ið har fóru fram.
Á vevsíðuni www.tyr.musiconline.dk ber til at lesa og hoyra meira til Týr.
Tónleikararnir í Týr eru:
Pól Arni Holm: forsangari
Heri Joensen: gittar og sang
Jón Joensen: gittar og sang
Gunnar H. Thomsen: bass og sang
Kári E. Streymoy: trummur og sang