Fallitt-bankastjórar liva víðari á fyrsta klassa

– Meðan bakmanspolitiið kannar, liva bankastjórar og bankanevndarformenn víðari á fyrsta klassa eftir at hava koyrt bankar á heysin.

Soleiðis skrivar danska Ekstrabladet í dag. Blaðið hevur kannað, hvussu átta av fallitteraðu bankastjórinum liva í dag – og ovast á forsíðuni hevur blaðið fyrrverandi stjóran í Eik Banka, Marner Jacobsen.

Blaðið undrast á, at hesir fyrrverandi stjórar kunnu liva víðari, sum um einki var hent.

– Teir hava koyrt bankar á heysin og tvungið fólk frá húsi og heimi, men teir inkompetentu – og í nøkrum førum kriminellu – bankastjórarnir halda fram við sjálvir at liva á fyrsta klassa, skrivar blaðið.

Um Marner Jacobsen skrivar Ekstrabladet, at »hann framvegis býr í síni villa í Føroyum, sum hann og konan hava sett í veð fyri lán upp til fimm milliónir krónur. Lívið í luksus er ikki liðugt enn, sjálvt um Marner Jacobsen og starvsfelagarnir á fyrrferandi stjóragongini í Eik Banka eru stevndir til at gjalda 250 milliónir krónur í endurgjaldi.

Bakmanspolitiið er samstundis í ferð við at kanna, um grundarlag er fyri eitt reisa eina revsisak ímóti fyrrverandi leiðslu bankans fyri økonomiskan kriminalitet.

Ekstra Bladet fangaði Marner Jacobsen í fartelefonini fyri at fáa eina viðmerking til málið móti honum.

– Eg eri ikki samdur í hasum krøvunum, sum eru reist móti mær.

– Tey eru heilt grundarleys, men annars havi eg onga viðmerking, segði hann.

Ekstra Bladet spurdi hann, hvussu hann hevði tað við øllum teimum kundum, sum hava mist pengar, tá bankin fór á heysin.

– Tað er sjálvandi djúpt beklagiligt, men nú mugu vit síggja, hvat kemur burtur úr hesum. Tað má vera upp til dómstólin at taka støðu til,« segði hann.

Meira kann lesast á Ekstra Bladet á netinum