Bókaforløg hava kunnað keypt seg til ovastu plássini á metsølulistanum í bókahandlunum á flogvøllinum í Keypmannahavn. Tað avdúka ein røð av donskum forløgum í grein í Politiken í vikuni.
Higartil hevur tað nevniliga verið heilt vanlig mannagongd, at forløg fingu sínar bøkur á ovasta pláss á metsølulistanum hjá flogvallarhandlunum, um tey vildu gjalda fyri tað, sigur eitt nú Thomas Jensen, fyrrverandi sølustjóri á JP/Politikens Forlagshus.
- Flogvallarhandlarnir gera metsølulistan sjálvir. Hann var serstakliga fiktivur og bygdi ikki á annað enn, hvussu nógv man vildi gjalda fyri at fáa sínar bøkur á listan, sigur Thomas Jensen.
Eisini onnur plasering av bókum var til sølu, har eitt serliga sjónligt pláss í handlinum til dømis kundi keypast fyri umleið 5.000 krónur fyri tvær vikur.
Á flogvøllinum viðgongur Jacob Lynge Sørensen, sølustjóri, at søla av ávísum plássum á metsølulistanum hevur verið vanlig mannagongd, men at hetta nú er steðgað. Søluhátturin hevur í flestu førum verið skipaður í samstarvi við stóru ensku bókahandilsketuna W.H. Smith.
Nógvur peningur er annars eftir øllum at døma í slíkum avtalum við bókahandlarnar á flogvøllinum.
Forløg við stórum metsølubókum hava lættliga ein ársumsetning á flogvøllinum á 200.000 - 400.000 krónur.
Vanalig bókaforløg, sum ikki hava stórar metseljarar at bjóða, selja fyri í meðal 40.000 - 50.000 krónur um árið, veit Politiken at siga.