Skip og trygd
Ein av greinunum í seinastu útgávu av "Trygd og Trivna" viðger trygdina og trivnaðin umborð á okkara fiskiskipun. Tað er Thormund Johannesen, skipsverkfrøðingur, ið starvast á Tórshavnar Skipasmiðju, sum hevur skrivað áhugaverdu greinina.
Upplýsandi greiðir hann frá nýggju trolbátunum, sum skipasmiðjan byggir til P/F Hansu Mariu, Toftir og P/F Dúgvuberg, Vestmanna.
- Trygd og trivni hevur ligið frammarlaga í huganum, meðan skipini hava verið teknað, sigur hann.
Skipsverkfrøðingurin vísir á, at trygd og trivni í dag hevur rættiliga høga raðfesting í nýggjum vinnum, eitt nú í oljuvinnuni. Men í gomlum og siðbundnum vinnum sum í fiskivinnuni skulu ofta stórar hugburðsbroytingar til, áðrenn trygdin fær ta raðfesting, hon í dag eigur at hava.
Gevur og tekur
- Hjá tí eldra ættarliðnum hevur tað verið so inngrógvið, at fiskivinnan er ein vandamikil vinna. Tí hava vit kanska lyndi at halda, at her er ikki so nógv at gera.
Thormund vísir til vælkendu orðini, "havið gevur og havið tekur" og heldur fyri, at í hesi útsøgn liggur óbeinleiðis, at vit mugu geva okkum undir tann veruleika, at havið eisini krevur síni offur.
- Tá ið føroyski báturin var álitið, og veðurvánirnar einans fingust við at hyggja upp á luftina, var kanskia nærliggjandi at hugsa soleiðis.
Hann heldur fyri, at tað ikki hevur verið stórt øðrvísi í slupptiðini ? og teir mongu minnisvarðarnir vitna eisini um sjómansins vandamikla starv.
- Í dag góðtaka vit ikki, at havið eisini kann taka. Ei heldur kann góðtakast, at menn ikki slíta hálvan aldur umborð á skipum og bátum vegna tungt og slítandi arbeiði.
Skipsverkfrøðingurin heldur, at umstøðurnar hjá okkara sjófólki eru nógv broyttar, og umborð á nýggjastu fiskiskipunum í flotanum kann sjómaðurin bæði kenna seg tryggan og trívast í góðum umstøðum.
- Altjóða konventiónir, sum okkara reglur fyri skipasmíði stórt sæð fylgja, syrgja í stóran mun fyri hesum.
Men Thormund ásannar kortini, at tað minni enn so eru allir okkara fiskimenn, sum arbeiða undir tíðarhóskandi umstøðum. Í hesum sambandi nevnir hann serliga tey smærru og eldru skipini, eitt nú útróðrarbátar og smærri trolarar.
- Her eru umstøðurnar ikki nøktandi. Hetta kemst ikki minst av, at hesi skip eru gomul og ikki lúka somu krøv, sum sett verða teimum nýggju skipunum. Høvuðsreglan er jú tann, at eitt gamalt skip skal lúka tey krøv, sum vóru galdandi, tá ið tað varð bygt.
Nýggir trolbátar
Skipsverkfrøðingurin vísir til trolbátarnar, sum Tórshavnar Skipasmiðja í løtuni letur byggja.
- Frá fyrst í áttatiárunum og inn í nítiárini smíðaði skipasmiðjan eina røð av partrolarum ? úr 27 metrum upp í 36 metrar, sum vóru innrættaðir júst sum teir mest framkomnu og nógv størru verksmiðjutrolararnir ? við innilokaðum arbeiðsdekki til fiskahagreiðing og trolbanum eftir allari skipslongdini á ovara dekkinum.
Hann sigur, at nú verður so ein roynd gjørd at nýta henda sama leistin til trolarar, sum eru styttri enn 20 metrar ? og tað er ikiki so lítil avbjóðing at fáa hetta at bera til á so smáum skipum.
- Trygd og trivni hevur sjálvandi eisini verið framarlaga í huganum í hesi verkætlan, sigur Thormund.
Hann vísir á, at nógv av teimum gomlu skipunum í støddini, sum smáu trol-og útróðrarbátarnir hava, eru seinastu tíðina partvís vorðin yvirdekkað.
- Hetta kann vera ein falskur tryggleiki ? ella kanska ein deyðsfella. Ein fylling inn á eitt sovorðið dekk kann, um illa veit við, taka bæði burðarevni og støðuleikan (stabilitetin) frá skipinum, sum tá kollsiglir.
Í greinini sigur skipsverkfrøðingurin, at nevndu trolbátar, sum verða smíðaðir á Tórshavnar Skipasmiðju, eru heilt lokaðir upp til ovara dekkið.
Hann sigur, at hetta gevur eitt stórt fríborð og harvið ein sera stóran statilitetsreserva ? út um tað, ið kravt verður, sum hann tekur til.
- Fyri at einki op skal verða í skipssíðuni, verður slógv og annað frá kryvjingini, sum fer fram undir dekkinum, malið sundur og pumpað útaftur gjøgnum tvær pumpur. Ein skakt er tó í skipssíðuni til grót og annað, sum kann koma inn við trolinum, men sum ikki kann fara í pumpurnar.
Thormund vísir á, at henda skakt tó er soleiðis háttað, at tað ongantíð kann gerast opið inn í skipið og grótskaktin, sum er úr rustfríum stáli, hevur tríggjar forðingar fyri, at sjógvur kann koma inn í skipið.
- Fiskahagreiðingin fer sostatt fram undir heilt lokaðum dekki ? og trolarbeiði verður gjørt uppi á høgtliggjandi tryggum dekki, har sjógvur at kalla ikki kemur at.
Lítil larmur?
Á eldri skipum kann larma so illa, at menn við tíðini fáa skaða á hoyrnina.
- Men fyri at minka um larmin umborð á nýggju trolbátunum, eru bæði høvuðsmotorur og hjálipmotorarnir settir á gummipútur. Í manningarrúmunum er dúrkið lagt sum sokallað flótandi dúrk, soleiðis at tann motorlarmur, sum flytir seg gjøgnum stálskrokkin, ikki skal gera so nógv um seg í apteringini.
Skipsverkfrøðingurin vísir á, at tann vælbjálvaða lastin og bjálvingin í dekkinum yvir maskinrúminum kemur eisini at gera sítt til, at motorlarmurin verður minni frammi í kryvjirúminum ? og serliga í manningarrúminum.
Hann sigur, at tilfarið, sum manningarrúmini verða smíðaði úr, er plátur, klæddar við sokallaðum F-laminati. Hetta verður gjørt fyri, at eldur ikki skal festa í og breiða seg.
- Uppgongin úr apteringini upp á brúnna er lokað inni í stálskakt við brandtryggari hurð, soleiðis at brúgvin og harvið manøvra og samskifti er væl tryggjað, um eldur skuldi fest í niðri í manningarrúmunum.
Thormund vísir á, at tey bæði fremru manningarkømrini eru eisini skild frá restini av apteringini við tvørskips stálskotti og brandtryggum hurðum.
- So, um manningin liggur og svevur, meðan skiparin er einsamallur á brúnni, eru teir vardir, um eldur eitt nú skuldi fest í galluna. Undir slíkum umstøðum kunnu teir koma sær upp á dekkið gjøgnum neyðútgongd.
Góðar umstøður
Um arbeiðsumstøðurnar annars umborð, sigur skipsverkfrøðingurin, at í kryvjirúminum kemur fiskurin úr móttøkupavninum í arbeiðshædd til menninar, sum standa og kryvja í vaskipavnar, haðani fiskurin eftir flutningsbandi fer víðari niður í lastina, sum er klødd við rustfríum stáli ? bæði á banjara, skipssíðum og skottum.
- Garneringin í lastini er soleiðis háttað, at kassalongdir og kassabreiddir "ganga upp" allar vegir. Hetta saman við, at ongar stúttur eru í lastini, ger, at arbeiðsumstøðurnar eru sera góðar.
Hann sigur, at á brúgvatakinum er sokallaður rullidoyvitangi. Haraftrat hava skipini eisini teir vælvirkandi dupultu og opnu slengrikjølarnar undir botninum á skipinum. Tó eru hesir ? sum nakað nýtt ? gjørdir væl longri enn vanligt; teir røkka nevniliga næstan heilt aftur á reyvina á skipunum.
Í aðrar mátar hevur eisini verið hugsað um umhvørvið umborð á nýggju trolbátunum.
- Øll luftrør frá oljutangum eru løgd til ein felags yvirflotstanga við alarmi og síðan niður í dagtangan, sum ? áðrenn bunkrað verður ? skal sleppast niður í ein av botntangunum. Á henda hátt er eingin vandi fyri, at olja flýtur út á dekkið og síðan á sjógv, tá ið bunkrað verður, sigur Thormund.
Góð ynskir
Skipsverkfrøðingurin vísir í greinini á, at treytin fyri, at skipaflotin verður endurnýggjaður, er sjálvandi, at tey nýggjaru skipini standa seg fíggjarliga.
- Tí er tað at vóna, at hesir trolbátar, sum nú verða smíðaðir á Tórshavnar Skipasmiðju ? og somuleiðis onnur nýggj skip, sum koma inn í flotan ? fara at bera seg. Hetta vil betra munandi um bæði trygd og trivna hjá okkara sjófólki, sigur Thormund Johannesen at enda.