Fann av tilvild gott kilo av hassji

Politiið í Havn handtók seinnapartin týsdagin tríggjar mans fyri at hava eitt gott kilo av hassji í bilinum. Talan er um ein íslendskan auto-kampara, sum kom úr Danmark til Føroya við Norrønu mánamorgunin. Tveir av monnunum eru íslendarar og ein føroyingur

Í sambandi við ferðslukanningar, ið vórðu gjørdar seinnapartin týsdagin, steðgaði politiið í Havn einum íslendskum auto-kampara.
? Nú er tað soleiðis, at vit hava altíð grundarlag fyri at steðga einum bili, sigur Bergleif Brimvík av kriminaldeildini á politistøðini í Havn.
? Tá hesin íslendski auto-kamparin varð steðgaður var tað ikki tí mistanki var um ólóglig evnir. Teir, sum í bilinum vóru, hava kanska víst ein slíkan atburð, at løgreglan helt, at teir skuldu steðgast. Men tað vísti seg so, at vit funnu eitt gott kilo av hassji.
Tríggir mans vóru í bilinum. Tveir íslendarar, faðir og sonur, ávíkavist 41 og 24 ára gamlir, og ein 27 ára gamal føroyingur. Íslendararnir komu úr Danmark við Norrønu mánadagin, og skuldu eftir ætlan til Íslands í hesi vikuni.
Tveir av monnunum eru avhoyrdir og ein var undir avhoyringum fyrrapartin mikudagin.
? Væntandi, so verður bert tann eldri íslendingurin grundlógaravhoyrdur, meðan hinir báðir verða leyslatnir, sigur Bergleif Brimvík.