Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa um søguliga málið hjá Jóan Símuni Edmundsson í gjár, tá hann gjørdist fyrsti føroyingurin at spæla og skjóta mál í 2. Bundesliguni í Týsklandi. Hann greiðir í samrøðu frá løtuni, tá bólturin brestur í nettakið.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Les eisini um nýggja hondbóltsleistin, sum skal geva fleiri spenandi og avgerandi dystir í hondbóltskappingini. Ein av teimum, sum heldur at talan er um eitt gott hugskort, er Finnur Hansson.
Les eisini 4. part av greinarøðini um álvarsamar knæskaðar. Hesa ferð er samrøða við Pætur Smith Clementsen, tekniska stjóran í Fótbóltssambandinum. Hann greiðir frá støðuni hjá Fótbóltssambandinum, tá tað kemur til álvarasamar knæskaðar.
Les eisini alt um 17. umfar í Betri deildini hjá monnum, har fjeppararnir eisini sleppa framat við síni hugsan. Somuleiðis er samanumtøka av 17. umfari í 1.deild hjá monnum, og fyrsta umfarinum av NM-kappingini hjá U17-landsliðnum, har føroyska liðið var ótrúliga nær við at fáa stig.
Les eisini ummælið av dokumentari, ið var seks stjørnur av seks. Eisini svarar føroyski U17 málskjúttin, Gulak Jacobsen, fimm spurningum. Tað og annað í blaðnum í dag.