Fantastiskur tónleikur á FMA

Ikki færri enn 13 bólkar og einstaklingar fara at framføra á FMA leygarkvøldið.

Stóra tónleikatiltakið - FMA - verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Hetta verður eitt stórt tiltak, sum fagnar tí besta innan føroyskan tónleik.

 

Líkt er eisini til, at fyriskipararnir hava fingið nøkur av bestu tónleikaumboðunum á pall hetta kvøldið.

 

Tey, sum skulu framføra á FMA, eru hesi:

 

Jóhannes Andreassen

Jens Marni Hansen

Marius

Hallur & Kristina

Kári Sverrisson

The Absent Silver King

Kamarkórið

Laila av Reyni

Allan Tausen

Døgg Nónsgjógv

Lover Lover

Reduced to Ash

Cantabile

 

FMA verður í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið tann 15. mars klokkan 19.30.

 

Tiltakið verður sent beinleiðis á Rás2 og í Útvarpi Føroya, og atgongumerki kunnu keypast á heimasíðu Norðurlandahúsins.

 

Tað eru Miðlahúsið, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið, sum skipa fyri Føroysku tónlistavirðislønunum.