Fara aftur at tosa um seyð í býráðnum á Tvøroyri

Býráðið hevur samtykt at seyður skal ikki ganga leysur í býnum. Men nú skal málið til viðgerðar einaferð

Seyður, sum gongur leysur í býnum er eitt hitt frem kjakevnið ímillum tvørafólk.

Nógv fólk ilskast inn á, at seyðurin er til stóran ampa. Onnur krevja, at hann skal varðveita vetrarbitið óskert.

Men so nógv ganga tvørafólk uppí málið, at tað frættist, at fólk eru farin at ganga hús úr húsi við lista, sum fólk kunnu skriva seg upp til býráðið um at beina seyðin burturúr úr býnum.

Seinastu tíðina hava eisini fleiri lesarabrøv verið í bløðunum um hetta.

Málið er ikki ókent í býráðnum, tí í fjør samtykt at seyðurin skuldi beinast úr býnum.

Men síðani hevur kommunuval verið, og nýtt býráð er valt, og Páll Vang, býráðsformaður, sigur, at hann fer at leggja málið fyri býráðið einaferð afturat.

Ætlandi skuldi málið leggjast fyri á fundi í kvøld.

Men seinast, vit frættu, var líkt til, at hann varð útsettur til mánakvøldið.

Tá ið vit spyrja Páll Vang, hví málið skal fyri aftur, táið tað er samtykt einaferð, sigur hann, at nú er nýtt býráð valt og hann vil fegin hava tað at taka støðu til tað eisini.


Av Sevmýri til elverkið

Páll Vang sigur, at tað, býráðið ætlar, í hvussu so er í fyrstu syftu, er at fáa seyðin úr tí fjølbygdasta partinum av kommununi.

Tað vil siga, at ætlanin er at fáa seyðin úr býnum av Sevmýru, vestur til áraka elverkið, ella har á leið.

­ Kommunan er stór, og húsini standa spjødd, so vit gera okkum ongar vónir um at fáa friða alla kommununa fyri seyð.

Hinvegin kann tað eisin vera neyðugt at gera ymsar loysnir fyri ymsar partar í kommununi.

T.d. er Øravík bóndabygd, og tað er ikki vist, at tey eru áhuga í at fáa seyðin burt. Sama er galdandi í Froðba.

Páll Vang, sigur ,at áðrenn hetta letur seg gera, mugu samráðingar verða við hagarnar um endurgjald fyri mist vetrarbit.

­ Arbeiðið er ígongd. Býráðið hevur gjørt tær fyribils metingar, at tað fer at kosta kommununi um 500.000 í endurgjaldi til hagapartarnar. Síðsti prísurin var 2,75 fyri fermeturin.

Men afturat tí eru útreiðslur til stik, rulluportur o.a., og tað kostar eisini nakrar hundrað túsund.

Páll Vang sigur, at tá ið seyðurin er fingin úr miðbýnum av Sevmýri, inn til Trongisvágs, má umhugsast, hava skal gerast við kommununa annars.


Verður helst krav

Páll Vang sigur, at hann hevur varhugan av, at mesta fólkið vil hava seyðin úr býnum, hóast tað eisini eru mong, sum vilja varðveita vetrarbiti.

Sjálvur ivast hann ikki í, at sum fralíður verður tað krav, at býurin verður friðaður fyri seyð.

­ Tað sær ikki gott út at hava seyðin malandi ímillum fiskakassarnar niðri á flakavirkinum. Talan er um matframleiðslu, og tað ber ikki til at hava seyð malandi har, sigur Páll Vang.

­ Býráðið er sinnað at finna eina loysn á trupulleikanum og eg rokni við, at samráðingar verða við hagapartarnar fyrst í komandi ári, sigur Páll Vang.