Fara at flyta markið longur út

Norðmenn fara at flyta búskaparliga markið úr fýra út á tólv fjórðingar

Norska stjórnin fer um stutta tíð at leggja fram uppskot um at flyta búskaparliga markið úr teimum verandi fýra fjórðingunum út á tólv fjórðingar.
Tað upplýsti Jan Petersen, uttanríkisráðharri í einum spurnarorðaskifti í Stórtinginum fyrradagin. Hann segði, at stjórnin hevur sent uppskotið út til hoyringar, og at partarnir skulu svara stjórnini í seinasta lagi 22. november. Málið verður so ætlandi lagt fyri Stórtingið um einar tríggjar mánaðir.
Eftir uppskotinum verður tað búskaparliga norska markið flutt út á tólv fjórðingar, men harafturat kemur eitt ytra mark, sum skal røkka út á 24 fjórðingar. Jan Petersen segði, at endamálið við tí víðkaða markinum er at fáa betri eftirlit við skipaferðsluni, at verja umhvørvið og at forða fyri dálking. Hann legði afturat, at nýggja markið fer eisini at gera tað lættari hjá myndug-leikunum at forða fyri sjóvegis rúsevna- og mannasmugling.