Fyri einari viku síðani sá tað út til, at uppgerðin í Hólmanum á Eiði í dag skuldi verða finala um at sleppa undan niðurflyting. Soleiðis verður tað ikki.
EB/Streymur tryggjaði sær sunnudagin rættin at halda fram í bestu deildini, tá ið tað í Sørvági endaði 3-3.
Og lagnan hjá AB í fremstu røð er treytað av sigri á Eiði og av endastøðuni í næstbestu deildini.
Hetta er síðsti heimadysturin hjá EB/Streymi í Hólmanum á Eiði í hesum umfari. Næsta ár verður heimavøllurin við Margáir í Streymnesi. Í dag siga tey í EB/Streymi farvæl við venjaran Heðin Askham. Hann hevur verið venjari í EB/Streym í seks ár. Í 2012 vunnu Heðin og EB/Streymur FM, og í 2010 og 2011 varð løgmanssteypið borið norður í Sundalagið.
Í AB fegnast teir um, at U-21 liðið vann nýggju kappingina, og at tað bendir á, at felagið fer at fóta sær í bestu deildini, hóast tað í dag skuldi endað við niðurflyting.
Hjá AB er Mikkjal T. Hentze tøkur aftur eftir leikbann.
Hjá EB/Streymi er Rógvi Egilstoft Nielsen tøkur aftur eftir leikbann. Ragnar B. Danielsen er leikbannaður, og Aksel B. Danielsen, Fríði K. Johansen og Leif Niclasen eru skaddir.