Nú er ætlanin at gera ein mønustingara, sum burturav skal brúkast til at avlíva springara við. Tað upplýsti Signar Petersen, djóralækni, á aðalfundi í Grindamannafelagnum um vikuskiftið.
Signar Petersen er djórlæknin, sum serliga arbeiðir við grindamálum. Hann er eisini limur í veiðinevndini hjá Nammco, sum er felagsskapurin, sum umsitur havsúgdjór í Norðuratlantshavi.
Hann sigur, at í Nammco eru tey sera væl nøgd við mønustingaran, vit hava ment at avlíva grindahval við. Hinvegin veiða vit eisini springara, men í summum førum hava tey drápini ikki gingið heilt eftir vild. Djóralæknin sigur, at tískil eru tey í nevndini farin at tosa um at menna ein mønustingara, sum skal vera til springara burturav.
Tá ið mønustingarin til grindahval varð gjørdur, varð ført fram, at hann skuldi eisini kunna brúkast til springara. Tá ið springarar hava verið hildnir til, hava menn eisini brúkt mønustingaran til grindahval, men tað hevur ikki altíð hepnast so væl.
Springari er væl minni enn grindahvalur, og holið niður í mønuna á springara er eisini væl minni enn tað á grindahvali. Tískil er mønustingarin til grindahval í so stórur at avlíva springara við, tí mangan slepst ikki framat mønuni á springara við mønustingara til grindahval.
– Vit eiga alla tíðina at gera okkara ítarsta fyri at hvalurin kann verða avlívaður so skjótt og pínuleyst sum gjørligt, og hvat springara viðvíkur, kunnu batar gerast, sigur Signar Petersen.
Tískil verður um tosað um at menna ein mønustingara til springara, sum er minni enn tann til grind. Djóralæknin sigur, at ætlanin er at máta akkurát, hvussu stórt holið niður í mønuna á springara er, og so at menna ein mønustingara eftir tí. Og hann leggur afturat, at hetta er nakað, limirnir í veiðinevndini hjá Nammco taka undir við
Serliga hava grindamenn tosað um at blaðið á mønustingara til springara skal vera smalri enn á mønustingara til grind.
Annars sigur djóralæknin, at næstum fara teir aftur at skipa skeiðum í at drepa grind, so at fleiri kunnu fáa grindaprógv, sum gevur teimum loyvi til at avlíva hval.
Ætlanin hevur verið at skipa fyri skeiðum í at drepa grind, men tað er komið í drag, men tey verða so uppafturtikin í næstum.