Fara at hyggja at halastjørnuni C/2022 E3 á Eggjunum

Mynd: Bárður G. Nielsen

Komandi tvær vikurnar ferðast halastjørnan C/2022 E3 (eisini nevnd ZTF) gjøgnum okra sólskipan. Um viðrar ber til at síggja halastjørnuna við einum kikara ella telskopi, og eru okur heppin, so ber eisini til at síggja halastjørnuna við berum eygum. Halastjørnan sæst við at hyggja móti Polaris (Norðstjørnuni) og Stóru Bjørn (Karlsvognurin).

 

Veðurforsøgnin sær eitt sindur svikalig út næstu dagarnar, men høgættin er okum góð her í Vági. Um veðrið er tilvildar tíðliga týsmorgunin, 24. januar – áðrenn sólin kemur upp, eigur at vera besta miðið at síggja halastjørnuna C/2022 E3.

 

Hendan týsmorgunin í millum kl. 7.00 – 9.00 eru Heini og Bárður uppi á Eggjunum við teirra teleskopum, og møguleiki verður hjá fólki, sum koma niðan á Eggjarnar, at fylgja halastjørnuni gjøgnum teleskop. Eisini kunnu fólk hava teirra egnu teleskop ella kikarar við, skrivar Suðurrás.

 

Heitt verður á fólk, sum kundu hugsa sær at komi niðan á Eggjarnar at sæð halastjørnuna, um at halda sjeg dagførd á Facebook síðuni hjá Miðlatúni ella við at trýsta á luttak í Facebook eventinum hjá Miðlatúni. Kunning kemur um nakrar broytingar verða orsakað av veðrinum.

 

Sambært Bárði, so er hetta ein hending, ið núlivandi menniskju bara upplivað eina ferð, men tað sær eisini út til, at halastjørnan kann síggjast líka til seinastu dagarnar í januar. Ongin hevur “observerað” hana fyrr, so tað er ringt at vita við vissu, hvussu hon uppførir seg ávegis Sólini – halin kemur av at hon hitnar og stoytir gass og vatn frá sær, tí hon “kókar”, skrivar sudurras.fo.

 

 

 

Mynd: Bárður G. Nielsen