Fara at hyggja eftir skipi at avloysa Smyril

Helst verður tað estlendska ferjan St. Ola, sum fer at avloysa Smyril, tá ið hann fer í dokk í vetur

Suðuroyarsiglingin

Strandferðslan hevur nú funnið eitt skip, sum tey halda er væl hóskandi at leiga til at loysa Smyril av, tá ið hann fer í dokk í vetur.
Talan er um ferjuna St. Ola, sum eitt reiðarí í Estlandi júst hevur keypt frá P & O í Skotlandi.
Reidar Nónfjall sigur, at Strandferðslan hevur havt fleiri skip í kikarunum, men teir eru nú fyribils komnir til tað niðurstøðu, at hetta skipið lýkur tær treytir, sum Strandferðslan setir til ferð, sjódygd, kapasitet og annað.
Í næstu viku fara umboð fyri Strandferðsluna at kanna skipið nærri, áðrenn endalig avgerð verður tikin.
St. Ola er bygt í 1971 og Reidar Nónfjall sigur, at hon er á áleið sama støði, sum Smyril er.
Hon siglur 16 míl, hon tekur 120 bilar og 500 fólk, hon er góðar 86 metrar long og góðar 16 metrar breið, so munurin ímillum hana og Smyril er ikki stórur.
Og so hevur hon eisini stabilisatorar, men hon hevur ongar koyggjur.
Hon hevur verið skrásett í Aberdeen og hevur siglt ímillum Screabster og Stromness á Orknoyggjum.
Reidar Nónfjall sigur, at verður ferjan góðkend, verður farið at vita, um tað ber til at fáa semju við reiðaríið um ferjuna.
? Í stórum eru samd við reiðaran um prísin, men smálutirnar fara vit ikki í holt við, fyrrenn vit hava góðkent ferjuna og vita nágreiniliga, at hetta er ferjan, vit vilja hava.
Tað, sum liggur í kortunum, er, at Smyril skal í dokk eftir nýggjár og eitt, sum greiða má fáast á, er, um tað ber til at fáa ætlanirnar hjá Strandferðsluni at ganga upp við ætlanirnar hjá reiðarunum við ferjuni, tí hann hevur eisini aðrar møguleikar at leiga hana.
Stjórin á Strandferslan sigur, at miðjað verður eftir at leiga ferjuna í einar 10-11 vikur.
Arbeiðið at umvæl Smyril tekur fýra- fimm vikur. Men ætlanin er at gera annað dokkarbeiði í sama viðfangi, nú hann stendur uppi kortini, so væntandi fer Smyril at verða í dokk í einar átta vikur.
? Men Dúgvan skal eisini til eftirlit og vit lúra upp á at fáa tvey fyri eitt og at leiga St. Ola so leingi, at vit eisini hava eitt avloysaraskip í tær tvær, tríggjar vikurnar tað tekur at gera arbeiði á Dúgvuna, so at vit sleppa undan at leiga fleiri ferjir.