Fara at kanna um portrið í Saksun skal takast niður

Ein áhugaverdur spurningur er um øll tey, sum hava goldið fyri at fara inn um portrið, skulu hava pengarnar aftur

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, fer nú at kanna um illa gitna gjaldsportrið í Saksun er ólógligt, og um tað sostatt skal takast niður. Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur reist málið í Løgtinginum og í tí sambandi spurdi hann Helga Abrahamsen um portrið í Saksum er lógligt ella ikki.

 

Niðurstøðan hjá løgfrøðingunum í Vinnumálaráðnum er, at tað helst er ólógligt, tí at almenningurin hevur rætt til at fara á strondini, og at vera á strondini.

 

Les meiri um tað her: Gjaldsportið í Saksun er helst ólógligt

 

Helgi Abrahamsen staðfestir, at tá ið løgfrøðingarnir eru komnir til ta niðurstøðu, at portrið helst er ólógligt, verður tað avgjørt neyðugt hjá honum at fylgja málinum upp.

 

Hann sigur, at tann løgfrøðiliga metingin, sum sigur, at portrið helst er ólógligt, er ikki so djúptøkin, sum ynskiligt er, tí løgfrøðingarnir í Vinnumálaráðnum høvdu rættiliga lítla tíð at kanna málið í. Tí verður fyrsta stigið at gera eina heilt nágreiniliga, løgfrøðilig, niðurstøðu fyri at staðfesta um tað er ólógligt, ella ikki.

 

Og er niðurstøðan, at tað er ólógligt, verður tann næsta avbjóðingin at fáa greiði á, hvør myndugleiki hevur heimild til at krevja, at portrið verður tikið niður. Spurningurin er um tað er løgreglan, Búnaðarstovan, ella onkur heilt annar og tað er eisini ein spurningur, sum greiða má fáast á, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur at verður endaliga niðurstøðan, at portrið er ólógligt, fær tann rætti myndugleikin til uppgávu at syrgja fyri, at tað verður tikið niður.

 

Men Helgi Abrahamsen leggur afturat, at í hesum sambandi tekur ein annar áhugaverdur spurningur seg upp og tað eru inntøkurnar ið bóndin hevur havt av gjaldsportrinun. Er gjaldsportið ólógligt, er tað ein spurningur um øll tey, sum hava rindað fyri at sleppa oman í mølina í Saksun, ikki skulu hava atgongugjaldið aftur, sigur hann.

 

Fáa vit at vita, at tað er ólógligt, og vit ikki fylgja málinum upp og syrgja fyri, at tað verður niðurtikið, vinnur bóndin sær hevd at hava tað standandi, so tað mugu vit fylgja upp, leggur hann afturat.